Knívstunga í Onglandi: Annar maðurin latin leysur

Knívstunga í Onglandi: Annar maðurin latin leysur
Av teimum 10, sum vóru stungin, vóru í fyrsta umfari tvey í lívsvanda, men í gjárkvøldið var bara ein í lívsvanda
10 fólk vóru stungin í einum toki, sum var á veg úr úr Peterborough til Huntingdon í Cambridgeshire í Onglandi.
Mynd: Justin Tallis/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.11.2025 - 09:22

Ein 32 ára gamal maður er framvegis fongslaður, undir illgruna fyri at hava stungið 10 fólk í einum toki á veg úr Peterborough til Huntingdon í Cambridgeshire í Onglandi.

Stutt eftir hendingina vóru tveir menn handtiknir, men í gjár var 35 ára gamli maðurin, sambært bretsku løgregluni, latin leysur, tí hann er reinsaður fyri illgruna.

Talan er um ein mann, sum er føddur og uppvaksin í Onglandi, og sambært løgregluni er hann tann einasti, sum er knýttur at hendingini. 

Av teimum 10, sum vóru stungin, vóru í fyrsta umfari tvey í lívsvanda, men í gjárkvøldið var bara ein í lívsvanda.

Tað er enn ógreitt, hví álopið hendi. 

Maðurin, sum nú er afturhildin, fór í tokið í Peterborough. Sambært miðlunum er talan um ein littan, bretskan mann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375