Nýskipanarnevndin: Fimm aðalráð aftrat løgmanni

Nýskipanarnevndin: Fimm aðalráð aftrat løgmanni
Sum er kosta tey níggju aðalráðini 145 milliónir kr., umframt landsstýrisfólk
Ben Arabo og hini í nýskipanarnevndini mæla til stórar sparingar, og vit skulu ongantíð hava meiri enn fimm aðalráð aftrat løgmanni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2025 - 11:23

Tey níggju aðalráðini hava umleið 140 ársverk, og tey kosta umleið 145 milliónir kr. umframt landsstýrisfólk um árið

Tað upplýsir nýskipanarnevndin, sum hevur kunngjørt fyrstu tilmælini.

Nevndin heldur tað ikki vera skynsamt at hava so nógv aðalráð.

Tað hevði skapt meiri støðufesti, um talið av aðalráðum bleiv læst fæst til seks aðalráð við politiskari semju, soleiðis at samráðst verður um somu landsstýrispostar eftir hvørt val.

Talið á landsstýrisfólkum eigur at vera í mesta lagi fimm, umframt løgmann, heldur nýskipanarnevndin.

Hon mælir til, at stýrisskipanarlógin verður broytt, soleiðis at teksturin, sum nú sigur í §27, at í landsstýrinum sita Løgmaður og minst tveir landsstýrismenn aftrat sær, fær eitt uppískoyti, sum sigur, at mesta talið av landsstýrisfólkum aftrat løgmanni er fimm landstýrisfólk. 

Mælt verður til, at tey seks aðalráðini hava hesi málsbýti: 

 

 

Ben Arabo, formaður í nýskipanarnevndini, verður gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 12.20.

Les alt tilmælið frá nýskipanarnevndini her.

Fyrrapartin hevur nýskipanarnevndin kunnað forfólkini í politisku flokkunum um tilmælini, og klokkan 14 seinnapartin fer løgmaður at hava tíðindafund um málið.

 

Myndir: Mathias Dimon Næs og Heini Johannesen:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949