Verri rakstrarúrslit, men lívfrøðiliga gongdin er tann besta

Verri rakstrarúrslit, men lívfrøðiliga gongdin er tann besta
Lágur prísur og stórt útboð gera úrslitið hjá Bakkafrosti so vánaligt í triðja ársfjórðingi
Tøkan hjá Bakkafrosti í Føroyum var 25.392 tons og 5.286 tons í Skotlandi. (Savnsmynd)
 
04.11.2025 - 08:23

Bakkafrost-samtakið hevði 22 mió. kr. í rakstrarúrsliti í triðja ársfjórðingi.

Tað var 173 milliónir í triðja ársfjórðingi í fjør. 

Tøkan í Føroyum var 25.392 tons og 5.286 tons í Skotlandi.

Lágur prísur og stórt útboð gera úrslitið so vánaligt.

Regin Jacobsen, stjóri, sigur, at tey eru ikki nøgd við fíggjarliga úrslitið.

Men tey eru ógvuliga fegin um framúr lívfrøðiligu gongdina í Føroyum, sum er tann besta í søgu felagsins. 

 

Raksturin í sjógvalingini minkar

Rakstrarkostnaðurin í føroysku sjógvalingini heldur fram at minka. 

Hann er 14 prosent minni í triðja ársfjórðingi, enn hann var í triðja ársfjórðingi í fjør.

Í Skotlandi er støðan ikki so góð, tí sjúka rakti alibrúkið á Portree. 

Men smoltdeildin í Skotlandi hevur gjørt stór framstig, síðani hon var løgd saman við føroysku deildina.

Bakkafrost væntar betri prís í vetur inn í 2026. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533