Próstur skal hava hjálparprest

Próstur skal hava hjálparprest
Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. desember í ár til 31. mai í 2027
Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi. 
 
06.11.2025 - 08:48

Søkt verður eftir hjálparpresti til próstin. 

Hjálparpresturin verður virkandi sóknarprestur í Nes prestagjaldi. 

Talan er um tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. desember í ár til 31. mai í 2027.

Hjálparpresturin skal halda gudstænastur í kirkjusóknunum, har færri enn 400 fólk eru.

Umsóknarfreistin er til 24. november á middegi.

Í august í fjør bleiv Tummas Kannuberg hjálparprestur hjá prósti frá 1. september í fjør til 31. august í ár.

Talan var um royndarverkætlan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786