Breddin: Tá politikarar biðja eitt úrvalslið um ráð

Breddin: Tá politikarar biðja eitt úrvalslið um ráð
Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir, verður spurt í sendingini í dag
Ben Arabo, Regin Berg og Beinta Løwe vera í útvarpsstovuni.
 
11.11.2025 - 09:22

Hvat hendir, tá politikararnir leggja sínámillum politiska kjakið til viks, og heldur biðja eitt úrvalslið siga, hvat skal til, fyri at gera landið meiri haldført?

Fyrsta svarið til tann spurningin kom fyri akkurát einari viku síðani, tá Nýskipanarnevndin við Ben Arabo á odda kom við fyrsta tilmælinum - og politiskan skipanin gjørdi eftir ráðunum. 

Trý landsstýrisfólk vórðu send til hús, og trý aðalráð verða niðurløgd.

Hevur Nýskipanarnevndin givið politikarunum dirvi til at taka effektivar avgerðir? Ella hava politikarar latið av fólkavaldinum til ein útvaldan skara?

Vit hava formannin fyri Nýskipanarnevndina í útvarpsstovuni saman við tveimum eygleiðarum og stjórnmálafrøðingum.

Ben Arabo, Beinta Løwe og Regin Berg eru gestir í Breddanum í dag.  

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329