- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk sjónvarpsrøð millum átta útvaldar røðir úr øllum heiminum

Millum einans átta úrvaldar verkætlanir út av fleiri enn 90 í uppskoti frá øllum heiminum er nýggja føroyska sendirøðin "Reyna", ið Torfinnur Jákupsson hevur skrivað.
Hetta er greitt, nú finalistarnir til framløguátakið Drama Series Pitch á stóru undirhaldsráðstevnuni Content London í desember mánaði eru nú kunngjørdir.
Content London er ein av heimsins størstu ráðstevnum innan altjóða undirhaldsvinnuna, og framløguátakið Drama Series Pitch er ein serstakur sýnisgluggi fyri úrvaldar fiktiónsverkætlanir, sum her kunnu leggja fram fyri altjóða íleggjarum og samstarvsfeløgum.
"At ein slík føroysk røð verður vald millum fleiri enn 90 aðrar frá øllum heiminum staðfestir, at føroysk filmsvinna ikki bert er vorðin sjónlig á altjóða pallinum, men eisini er kappingarfør í einum sera hørðum marknaði, sum er í støðugari broyting," heldur Torfinnur Jákupsson frá GRÓ Studios í Føroyum, sum hevur staðið fyri menningini av røðini saman við bretska samframleiðaranum Benjamin McGrath frá Red Herring Story í London.
Kann vinna 300.000 kr.
Framløgan av "Reyna" verður týsdagin 2. desember fyri fjølbroyttum umboðum fyri altjóða vinnuna, harímillum rásir, stroymingtænastur, sølufyritøkur og framleiðarar.
Ein altjóða dómaranevnd velur somuleiðis ein vinnara, ið fær £30.000 í virðisløn at nýta til víðari marknaðarføring av verkætlanini.
"Røðin byggir á eitt tríverk hjá bretska rithøvundanum Chris Ould, men tekur afturat bókunum eisini íblástur úr føroyskari ættfrøði og ílegugransking. Dramatiska drívmegin í røðini snýr seg um serføroyska spurningin: hvør eigur teg," greiðir Torfinnur Jákupsson, høvundur og framleiðari, frá.
"Stílurin samantvinnir bretska og norðurlendska krimisiðvenju, men lyftir føroyska samleikan fram sum tað, ið gevur søguni sín serliga tóna og sítt serstaka huglag."
Familjukreppa verður kriminalmál
Í stuttum fylgir søgan bretska detektivinum Jan Reyna, ið eftir eitt ógvusligt álop á pápa sín treyðugt vendir aftur til heimlandið Føroyar, ið móðir hansara rýmdi frá við honum í føvninginum, tá hann var bert trý ára gamal.
Tað, sum byrjar við eini familjukreppu og einum duldarfullum kriminalmáli, verður skjótt ein persónlig jagstran eftir sannleikanum, ið egna familja hansara hevur roynt at grava niður - áðrenn skakandi avdúkingina, at Reyna er sjálvur ein týðandi partur av loyndarmálinum.
Hvat kunnu tit brúka útveljingina til?
»At verða vald millum finalistarnar til Drama Series Pitch á Content London er ein frálíkur sýnisgluggi á heimspallinum. Nakað tað sama sum við TROM á Berlinale fyri nøkrum árum síðani. Tað gevur okkum møguleikan at leggja Reyna fram fyri teimum stóru rásunum, stroymingtænastunum, søluumboðum, íleggjarum og framleiðarum, sum mynda framtíðina innan altjóða sjónvarpsdrama. At verða vald styrkir netverkið og útlitini fyri betri forsølu og er eitt týðandi stig móti endaligari fígging og framleiðslu.«
Hvat hendir ítøkiliga á Content London?
»Content London er ein týðandi menningarmarknaður fyri vinnuna. Millum høvuðsgestirnar í ár er m.a. toymið handan slóðbrótandi røðina 'Adolesence' við Stephen Graham, ið kemur at tosa um sínar royndir. Vit hava framløgu og halda síðani eina rúgvu av fundum, alt á einum staði, so í tann mun er tað eitt gott praktiskt høvi at hitta umboð fyri alla vinnuna andlit-til-andlits og at fáa avtalur í lag, ið annars vanliga kann taka drúgva tíð. Vit møta rásum, framleiðarafeløgum, sølufyritøkum og millumlanda samstarvspørtum, sum hava áhuga í at menna nýggjar røðir saman. Tað er har, ið nýggj samstørv og hugsandi fígging kunnu fáast til vega á kvikari hátt enn annars møguligt.«
Nær kunnu vit vænta upptøkur av Reyna byrja?
»Vit eru longu í samráð við fleiri partar. Málið er at hava fingið í lag høvuðsfígging og høvuðssamstarvsfelagar í næsta ár. Vit hava longu fingið fyrstu forsølutilboð á borðið, og áhugin fyri røðini er stórur. Týðandi er at tryggja okkum, at røðin verður framleidd á rættan hátt bæði kreativt og fíggjarliga - ikki bert við atliti til hesa verkætlanina, men eisini fleiri aðrar, sum eru í virknari menning, og við atliti til framtíðina hjá føroyskari filmsvinnu sum heild.«
Hoyr samrøðu við Torfinnur Jákupsson, ið Sveinur Tróndarson gjørdi til útvarpstíðindini:




























