Veðrið órógvar aftur altjóða fótbólt í Føroyum

Veðrið órógvar aftur altjóða fótbólt í Føroyum
Leiguflogfarið við manslandsliðnum hjá Kasakstan lendir ikki til ásettu tíð. Hetta er ein afturvendandi trupulleiki
 
24.09.2026 - 11:53

Øll flogferðsla restina av degnum er avlýst vegna veður. Millum flogførini, sum eftir ætlan skuldu koma til Føroya, var eitt Scat Air-flogfar úr Astana við kasakstanska manslandsliðnum í fótbólti. 

KVF hevur tosað við Regin I. Jacobsen, stjóra í Vága Floghavn. Hann vísir til kunningina á heimasíðuni hjá flogvøllinum. Har tað sæst, at Atlantic Airways hevur lagt tvey flogfør til at lenda tíðliga í morgin. Hetta kundi so verið møguleikin hjá Scat Air-flogfarinum at lent.

Hetta er ikki fyrstu ferð í ár, at veðrið í Vágum órógvar ein altjóða dyst. Í summar hevði Lech Poznań trupulleikar við at koma til Føroya undan dystinum móti KÍ. Pólska liðið valdi at koma seint við leiguflogfari. Dysturin varð at enda fluttur eitt samdøgur, men skráin til Nations League loyvir ikki eini útsentan.

Veðrið hevur eisini ávirkað fyrireikingarnar hjá føroyska manslandsliðnum. Venjingin, sum upprunaliga skuldi vera klokkan 13 í dag, er flutt til klokkan 16 vegna veður.

Føroyar og Kasakstan spæla á Tórsvølli leygardagin klokkan 17. Dysturin er fyrsti dysturin hjá Føroyum í nýggju UEFA Nations League-kappingini, har Føroyar eisini eru í bólki við Moldova og Slovakia. Sjónvarpið vísur dystin og byrjar at senda klokkan 16.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025