Politiið og ákæruvaldið í Føroyum verða kannað

Politiið og ákæruvaldið í Føroyum verða kannað
Kanningin snýr seg um mál í fjør og fyrraárið um fíggjarligan kriminalitet, sum politiið ikki kannaði ella slepti, uttan at ákæra var reist
Revsimál um fíggjarligan kriminalitet, millum annað, har KT er brúkt til dátusvik, vera kannað. (Savnsmynd)
 
18.11.2025 - 14:27

Statsadvokaturin í Keypmannahavn kannar nú lutin hjá politinum og ákæruvaldinum í Føroyum eftir atfinningar í fjølmiðlunum síðst í januar um, at mál um fíggjarligan kriminalitet vera ikki nóg væl kannað ella slept, sigur danski løgmálaráðharrin.

Revsimál um fíggjarligan kriminalitet, millum annað, har KT er brúkt til dátusvik, vera kannað.

Hetta eru mál, har politiið ikki helt grundarlag vera fyri kanning yvirhøvur, ella har kanningararbeiðið helt stegðaði, uttan at ákæra var reist.

Talan er um mál frá 2023 og 2024.

Kannað verður, um nóg nógv kanningararbeiði er gjørt, og um avgerðin um málið byggir á rætt grundarlag, og ikki er ósaklig.

Kannað verður eisini, um tann, sum heldur seg hava verið fyri órætti, hevur fingið rætta vegleiðing um, hvussu til ber at kæra avgerðina hjá politinum.

Kanningarúrslitið verður sent danska løgmálaráðnum fyri 1. apríl næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040