Sands kommuna: Eingin vegur gjøgnum bygdina til Suðuroyartunnilin

Sands kommuna: Eingin vegur gjøgnum bygdina til Suðuroyartunnilin
Besta loysnin er tann hjá alternativa tunnilsbólkinum, har tunnilin fer niður norðan fyri Múlan, upp í Skúvoy og so til Sandvíkar, skrivar kommunan í hoyringarskrivi
Kommunan og bygdarfólkið heima á Sandi vilja hava alternativu farleiðina, sum tunnilsbólkurin hevur skotið upp.
 
18.11.2025 - 13:43

Tað er eitt krav frá Sands kommunu vegna alt fólkið, sum býr á Sandi, at eingin vegur verður gjørdur gjøgnum Sands bygd, frá Sandoyartunnlinum til Suðuroyartunnilin.

Tað stendur í hoyringarskrivinum frá Sands kommunu til lógaruppskotið um Suðuroyartunnil, sum hevur verið til hoyringar.

Sands kommuna metir, eins og bygdarfólkið, at besta loysnin er tann hjá alternativa tunnilsbólkinum, har tunnilin fer niður norðan fyri Múlan, upp í Skúvoy og so til Sandvíkar, skrivar kommunan.

- Hvat er vunnið við einari farleið til Suðuroynna, um hon ger stóran skaða á pláss, sum liggja á vegnum til Suðuroyar? verður spurt.

Sands kommuna skipaði 12. novembur fyri borgarafundi á Sandi í sambandi við uppskotið til Suðuroyartunnil.

Nógv fólk var møtt, og sambært hoyringarskrivinum var fundafólkið samt um, at skeivar avgerðir um linjuføring umvegis Sands bygd fara at hava vanlukkuligar fylgjur fyri bygdina, og harvið fyri oynna alla.

 

Heimsandsfólk vilja ikki hava vegin til Suðuroyartunnilin gjøgnum bygdina. 

 

Kommunan undrast á, at tað, at síggja til, verður farið so lætt um sjónarmiðini og ynskini hjá einari samdari Sands bygd.

Heimasandsfólk unna - enn sum áður - sera væl suðuroyingum eina trygga og góða farleið, men skilja samstundis ikki, at hugsað verður um at leggja vegin á Sandoynni á ein hátt, sum so stór mótstøða er ímóti á Sandi.

 

Les alt hoyringarskrivið her.

 

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri í Sands kommunu. 

 

Klovin í tvey

Ein vegur gjøgnum Sands bygd fer millum annað at føra til, at bygdin verður klovin í tvey og fer eisini í stóran mun at forða fyri møguligum útbyggingum av bygdini í framtíðini.

Uppskotið, sum nú er lagt fram, har øll ferðslan fer gjøgnum bygdina umvegis rundkoyringar, fer at oyðileggja bygdina. Tunga ferðslan gjøgnum bygdina alt tíðarskeiðið, arbeitt verður, fer eisini at dálka illa og elva til ringt umhvørvi ta tíð, tunnilin er í gerð, og kommunan eins og bygdarfólkið mótmæla tí harðliga loysnini.

Sands kommuna biður um, at samráðingar sum skjótast verða tiknar upp við kommununa um eina skilagóða loysn fyri ferðsluna frá Sandoyartunlinum til Suðuroyartunnilin, og vísir annars til tey sjónarmið, sum vórðu førd fram í hoyringarskrivinum frá kommununi í desembur í fjør.

Hoyr samrøðu við Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóra í Sands kommunu: 

 

18112025_Kristian_Oskar

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194