Daman í galla og fjong søkir friðin

Daman í galla og fjong søkir friðin
Annika Hoydal, sum fylti 80 ár í vikuni, var vikugestur
Annika Hoydal "still going strong"
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
22.11.2025 - 12:53

- Eg havi tað best, tá tað er friður. Man skuldi ikki trúð tí, tá man hevur havt eitt slíkt lív, sum eg havi havt. 

Annika Hoydal er fólkaogn. Saman við Harkaliðnum bjóðaði hon av og gjørdi sangir, sum vit kenna og syngja enn. Hon er fyrsta kvinnan, sum er útbúgvin sjónleikari á Statens teaterskole. 

Fólk, sum ringdu inn til Vikuna, søgdu um hana, at hon er ein framúr søguforteljari, hon hevur karisma og hevur víst øðrum listafólkum á vegin, sum tey nú ganga. Ein diva í góðu merkingini, sum onkur tók til.

Í kvøld er Annika aftur á palli "í galla og fjong", sum hon sang á ungum árum, í sambandi við eitt føðingardagstiltak, har hon verður heiðrað. Og Annika Hoydal er framvegis virkin, hevur konsertir, gevur út tónleik og er við í filmi, hóast hon er fylt 80 ár. Men hon hevur altíð søkt friðin, hóast - ella netupp tí - at lívið hevur verið rokaligt.

- Í dag hava øll alla tíðina okkurt í hondini - dak, dak, dak, dak, dak... Okkara hjartasláttur hevur als ikki tað tempo, sum vit eru tvungin inn í í okkara tíð. Okkara hjartasláttur tolir tað ikki.

Annika Hoydal hevur tolt eitt sindur av hvørjum. 

Uppvøksturin hjá Anniku hevur verið rokaligur. Hon er vaksin upp í ymsum heraðshornum, og onkuntíð hevur hon kent seg svikna og einsamalla. Hon er eisini hart rakt av sjúku og óhappum, men hon hevur valt ikki at vera beisk um tað. Tíðliga ruddaði hon upp, og hon valdi at trúgva upp á tað góða í menniskjum og stremba eftir at vera eitt gott menniskja sjálv.

- Nógv í mínum lívi hevur snúð seg um at koma til sættis við mær sjálvari. Tí órógv, sum hevur verið, havi eg roynt funnið frið á. Eg havi altíð skrivað øgiliga nógv niður. So leggi eg tað burtur og so hyggi eg at tí aftur, og so síggi eg, um okkurt er, eg skal arbeiða við. 

Hoyr samrøðuna við Anniku Hoydal, har vit millum annað tosa um sundurklipta barndómin, um hvussu hon tilvildarliga endaði á palli, um góðar og óbehagiligar menn og um at finna takksemi í lívinum. 

1777787

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223