Greiðar reglur á veg um flóttafólk

Greiðar reglur á veg um flóttafólk
Ein nýggj lóg skal geva Landsverki greiða heimild at útvega bygningar og høli at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar
Landsverk hevur leigað Barnaheimið til flóttafólk úr Ukraina.
 
24.11.2025 - 06:52

Ein nýggj lóg skal geva Landsverki greiða heimild at útvega bygningar og høli at leiga út sum bráðfeingis bústaðir til burturriknar ukrainar.

Tað eru fólk, sum ikki hava annan hóskandi bústað, og Landsverk skal fáa heimild at gera hesar bústaðir klárar og halda teir við líka. 

Og Almannaverkið kann seta sosialan samskipara, sum skal hjálpa fólkunum í bráðfeingis bústøðunum.

Almannaverkið kann eisini gera avtalu við uttanhýsis part um at veita hesa tænastuna, ella part av henni.

Og landsstýrisfólkið í almannamálum fær loyvi til at gera serreglur um barnaískoyti, uppihaldsveiting, arbeiðsbúgving og virknisvenjing til burturriknar ukrainar.

Landsverk leigar Barnaheimið fyri 40.625 krónur um mánaðin.

Fram til 21. august hevði Landsverk fingið 118.000 krónur kr. í leiguinntøkum frá bráðfeingis 
bústøðunum.

Landsstýrið metir, at Landsverk hevur brúk fyri einari millión netto um árið til endamálið í lógaruppskotinum.

Barnaheimið er treytin

Men tá er treytin, at Landsverk kann leiga Barnaheimið næsta ár.

Tað fer at kosta Almannaverkinum 700.000 kr. at seta sosialan samskipara.

Sosialráðgevar fáa serliga ráðgeving fyri 120.000 kr., og tulking kostar 100.000 kr.

Neyðugt verður samanumtikið at hækka játtanina hjá Almannaverkinum 1,7 mió. kr.

Burturriknu ukrainarnir fingu fyribils uppihaldsveiting fyri 10,3 mió. kr. í 2024.

Lógin, sum nú er á veg, skal vera galdandi til 1. januar 2028.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423