Breddin: Fosturforeldraskipan og friðarsamráðingar um Ukraina

Breddin: Fosturforeldraskipan og friðarsamráðingar um Ukraina
Tvey evni vera í sendingini í dag
Alsamt fleiri børn hava tørv á fosturfamiljum, og samstundis er tørvur á fleiri fosturheimum. (Savnsmynd)
 
25.11.2025 - 09:36

Alsamt fleiri børn hava tørv á fosturfamiljum, og samstundis er tørvur á fleiri fosturheimum. 

Politiska skipanin hevur lovað at bøta um umstøðurnar, men enn eru ikki gjørdar broytingar í 20 ára gomlu fosturforeldraskipanini. 

Í dag verður Fosturforeldrafelagið, sum arbeiðir fyri fosturforeldrum og børnum, sum koma til fosturs, 25 ár. 

- Vit ynskja okkum politiska raðfesting, er boðskapurin frá forkvinnuni í nevndini, sum verður í útvarpsstovuni. 

 

Frá friðarsamráðingunum um Ukraina. (Fabrice Coffrini/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Friðartingingar

Skal Ukraina lata stór landaøki frá sær og sleppa øllum ynskjum um at sleppa upp í NATO, afturfyri at fáa friðaravtalu við Russland? 

USA stjórnar samráðingum um frið í Ukraina, men spurningurin er, hvørjum treytum Ukraina og restin av Evropa kunnu liva við. 

Seinni í sendingini tosa vit við Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing og rithøvund. 

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118
Hósdag 16. apríl
Veðrið
207167
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094