Føroyska bruttoskuldin eigur at vera nærri íslendska hámarkinum

Føroyska bruttoskuldin eigur at vera nærri íslendska hámarkinum
Íslendska hámarkið er 30 prosent av BTÚ, meðan tað er 60 prosent í ES. Bæði Ísland og Føroyar hava viðkvæman búskap, sum sveiggjar nógv, sigur formaðurin í Búskaparráðnum
Johnny í Grótinum er formaður í Búskaparráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2025 - 10:42

Føroyski búskapurin er lítil og viðbrekin. Tí eigur eitt hámark fyri, hvussu stór almenna bruttoskuldin kann vera í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni, ikki vera ov høgt. 
Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum.

Í uppskotinum hjá Fíggjarmálaráðnum til eitt fíggjarpolitiskt regluverk er ikki ásett, hvussu stór almenna bruttoskuldin tilsamans kann vera av í prosentum av bruttotjóðarúrtøkuni. 

Í ES ásetir fíggjarpolitiska regluverkið, at almenna bruttoskuldin ikki skal fara upp um 60 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í ES-londunum. 

Í Svøríki er hámarkið 35 prosent, men í Íslandi er ásett, at almenna bruttoskuldin skal ikki vera størri enn 30 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at eitt føroyskt hámark eigur at leggja nærri íslendska hámarkinum enn hámarkinum í ES:

 

26112025_Johnny_1

   
Nøkur lond í ES hava hava ilt við at halda ásetingina um, at almenna bruttoskuldin ikki skal fara upp um 60 prosent av BTÚ. Men hvusu er støðan í Íslandi?

 

16112025_Johnny_2


Í eini tíðargrein í Sosialinum 21. november skrivar formaðurin í Búskaparráðnum, at tað er ein veikleiki í lógaruppskotinum til fíggjarpolitiskt regluverk, at einki hámark er fyri almennu lántøkuni. Í tíðargreini er upplýst, at almenna bruttoskuldin, tað er øll skuldin hjá landinum, kommununum og tunnilsfelagnum, er góðar níggju milliardir krónur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. juli
Oyggjar undir trýst - 3. partur
210483
Mánadag 20. juli
Poppverturin 8
208462
Mánadag 20. juli
HM-tíðindi 20. juli 2026
211136
Mánadag 20. juli
RagnarRokk: James McBain um Coronach
209143
Mánadag 20. juli
Morgunlestur mánadagur
211130
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096