Spekulantar í Mærsk-partabrøvum kunnu fáa søguliga stór tap

Spekulantar í Mærsk-partabrøvum kunnu fáa søguliga stór tap
Nógv bendir á, at spekulantarnir hava undirmett Mærsk, sum ætlar at keypa partabrøv aftur fyri meira enn 14 milliardir kr.
Mærsk tvíheldur um eina ætlan at keypa aftur partabrøv, og tað er ein ágangandi ætlan uppá 14,4 milliardir krónur.
 
26.11.2025 - 15:38

Fleiri altjóða íløgugrunnar eru í vanda fyri at fáa søguliga stór tap, tí spekulerað verður ímóti partabrævinum hjá danska flutningsrisanum A.P. Møller - Mærsk.

Grunnarnir hava væntað, at kursurin á partabrøvunum fór at fella nógv av geopolitiska ófriðinum og stóru orkuni í flutningvinnuni, og teir hava lagt partabrøv inn undir seg.

Sambært Michael West Hybholt, greinara, liggja teir nú inni við umleið 20 prosentum av teimum frítt umsetiligu partabrøvunum, skrivar Berlingske.

 

 

Mærsk ætlar at keypa partabrøv aftur

Men spekulantarnir hava eftir øllum at døma undirmett fyritøkuna.

Mærsk tvíheldur nevniliga um eina ætlan at keypa aftur partabrøv, og tað er ein ágangandi ætlan uppá 14,4 milliardir krónur. Og sambært Patrick Jany, fíggjarstjóra í samtakinum, verður hildið fast við hesa ætlan eisini í 2026. 

Málið við hesi ætlanini er at halda hondina undir kursinum, og tað tekur pengar úr marknaðinum.

 

Eingir seljarar á marknaðinum

Tað merkir, at tá íløgugrunnarnir skulu handla, er vandi fyri, at eingir seljarar eru á marknaðinum. Sambært Michael West Hybholt, greinara, kann hetta hava við sær, at grunnarnir missa milliardir, tí teir stríðast ímóti einum felagi, sum er øgiliga sterkt fíggjarliga.

Ein onnur avleiðing er, at afturkeypini økja ognarlutin hjá Mærsk-familjuni munandi, og tað kann vera byrjanin til, at Mærsk verður tikið úr keypskálunum næstu fýra til seks árini, sigur greinarin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655