Jólahugni í Klaksvík

Jólahugni í Klaksvík
Jólatræið í Klaksvík varð tendrað í gjár
Trøllapætur og jólamaðurin tendraðu jólatræið í felag
Mynd: Bárður Lydersen  
 
30.11.2025 - 18:48

Í fagrasta jólaveðri við eitt sindur av kulda og kava, júst sum tað eigur at vera á hesi ársins tíð, var væl prýdda jólatræið í Klaksvík tendrað seinnapartin leygardagin.

Hugnaligar jólatónar frá Klaksvíkar Hornorkestri fløvaðu løtuna saman við góðum røðum frá Øssuri Kjølbro, sóknarpresti, og Anniku Steintórsdóttir Biskupstø, býráðslimi. Eisini komu jólamaðurin, Trøllapætur og ommudidd at hjálpa við at tendra jólatræið.

Síðan var farið í Varpið til eina hugnaløtu, har Karl Martin Samuelsen framførdi nøkur jólaløg og børnini fingu pakka frá jólamanninum.

Aftaná jólatræið var tendrað, læt jól í gamla Klaksvíkshandlinum upp. Tað er í Fornminnissavninum at hugnaligi jólahandilin heldur til hvørt vikuskifti í desembur.

Ein frálíkur dagur, og ein ljósskrýddur miðbýur stendur nú og gleðir seg til jóla.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297