Russland: Fiskiveiðiavtalan við Føroyar er í vanda

Russland: Fiskiveiðiavtalan við Føroyar er í vanda
Ávarað verður um, at Russland fer at svara aftur, um revsiheimildin móti russiskum reiðaríum verður brúkt
Maria Zakharova er talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið.
 
04.12.2025 - 14:54

Russland ávarar nú Føroyar um, at fiskiveiðiavtalan frá 1977 er í vanda, um landsstýrið brúkar víðkaðu revsiheimildina móti Russlandi.

Maria Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkismálaráðið, sigur við tíðindastovuna Reuters, at "nýggja og óvinarliga" stigið hjá Føroyum setur spurnartekn við bindingarnar og trúfesti hjá Føroyum í fiskiveiðuavtaluni við Sovjetsamveldið, ið gongur heilt aftur til 1977. 

Lógin, sum løgtingið samtykti týsdagin, gevur ítøkiliga landsstýrinum heimild at útihýsa reiðaríunum Murman Seafood og Norebo frá at fiska í føroyskum sjógvi. 

Sambært Reuters ávarar Russland um, at landið fer at svara aftur, um revsiheimildin verður brúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424