- Tíðindi, mentan og ítróttur
Speglandi list
Herfyri skipaði Tórshavnar kommuna fyri hátíðarhaldi fyri listini við nýggja langhylin í Svimjihøllini í Gundadali.
Silja Strøm, listafólk, vann kappingina um at listprýða veggirnar við nýggja langhylin, og Bárður Dal Christiansen, listafólk, hevur myndprýtt Gundadalsstovu, sum er hølið oman fyri langhylin, ið hevur útsýni oman móti Tórsvølli og inn í svimjihøllina og langhylin hinvegin. Samanlagt eru 240-250 fermetrar av veggi listprýddir.
Motivini eru gjørd við smáum holum í aluminiumsplátir, sum tola luftina í svimjihøllini.
Foto: NA og Finn Jusitnussen/Leit
Silja Strøm hevur brúkt ómetaliga nógvar tímar sum svimjari í svimjihøllini í Gundadali, og listaverkið tekur støði í hennara persónligu minnum og upplivingum:
- Eg svam við Havnar svimjifelag sum barn og ung og gavst, tá eg var 16. Men eg vandi seks ferðir um vikuna, ofta tvær ferðir um dagin, so svimjihøllin í Gundadali og svimjing var ein stórur partur av mínum ungdómsárum, sigur SIlja Strøm.
Silja Strøm málaði nógvar vatnlitamyndir, sum skitsur til endaliga verkið
Nógv góð minnir úr svimjihallum
Á hátíðarhaldinum fyri listina skrivaði Silja Strøm nøkur vøkur orð um síni minnir og sansaligu upplivingar sum svimjari og úr svimjihøllini:
- Eg ørminnst bara fetini, tá eg traðkaði upp á medaljupodiið, men fast sita minnir av, hvussu knøini altíð føldust, sum tey vibreraðu. Ofta við pínu, næstan altíð við møði. Eg minnist, hvussu eg hevði andsperri í kroppinum næstan øll tannáringaárini. Eg minnist kensluna av, at eg altíð legði merki til ein likamslut á hendan háttin: pína, møði ella andsperri. Tað var partur av, hvussu kroppurin hekk saman.
Skitsa til endaliga verkið hjá Silju Strøm
Eisini lýsir hon eina serliga kenslu, ið ein svimjari kann fáa í vatninum, tá ið hann er í serliga góðum formi:
- Eg minnist tað, vit á liðnum kallaðu vatnfølilsi, vatnkenslu. Tað var, tá vit vóru í góðari venjing og lógu rætt og gott í vatninum. Tað føldist lætt at taka svimjitøk. Tað føldist, sum um vatnið hevði fast skap. So tá vit tóku eitt svimjitak, skumpaðu vit okkum fram og vatnið aftur um okkum. At svimja við vatnkenslu var lætt, sum at hála kroppin fram gjøgnum vatnið. Eg havi ikki havt ta kensluna, síðan eg var 16 ár, og eg sakni hana ofta.
Foto: SNA og Finn Jusitnussen/Leit
Øðrvísi og krevjandi uppgáva
Listaverkið hjá Silju Strøm eitur “Vit liva í hvørjum øðrum”, og stóra listaverkið er báðumegin tann 50 metrar langa hylin. Talan var um eina krevjandi og øðrvísi uppgávu fyri Silju, tí heilt serstøk krøv vóru sett til tilfarið í listprýðingini, sum mátti tola luftina í eini svimjihøll, og ikki broyta ljóðupplivingina í svimjihøllini. Tí er verkið gjørt úr stórum aluminiumsplátum, og motivini eru smá hol í plátuni:
- Uppgávan var øgiliga langt frá nøkrum, sum eg hevði roynt fyrr, so eg mátti ordililiga seta meg inn í, hvussu eg kundi loysa hesa uppgávuna. Men aftaná at eg hevði drukkið ein kaffikopp ov nógv, fekk eg tað hugskotið at hugsa um verkið sum eitt stórt prent. Á tann hátt kundi eg gera tey motivini, ið eg fegin vildi, við smáum holum og ljóðdempandi svarta dúkinum aftanfyri.
List við støði í søgu okkara
Bárður Dal Christiansen hevur listprýtt Gundadalsstovu, sum er oman fyri langhylin. Verkið eitur Spegil, og talan er um fimm stórar málningar, sum taka støði í okkara søgu og lýsa einar Føroyar frá landnámi og fram til eina sci-fi verð:
- Hetta eru fimm løtumyndir úr søguni, soleiðis sum eg ímyndi mær hana. Hugskotið aftanfyri snýr seg um, at ofta er søgan ikki heilt soleiðis, sum vit kenna hana. Tì havi eg eisini roynt at gera myndirnar eitt sindur abstraktar, so hyggjarin sjálvur kann ímynda sær, hvussu søgan hevur verið.
Bárður Dal Christiansen hevur gjørt fimm stór verk til Gundadalsstovu
Fyrsti málningurin hjá Bárði Dal Christiansen endurspeglar landnámstíð
Málningarnir eru málaðir við smáum pensilsstrokum og tóku tí langa tíð at gera. Teir hava allir líknandi motiv, har havið er eyðsýnt:
- Vit fáa kanska ongantíð at vita, um søgan, sum vit siga hana, er heilt røtt og neyv. Men um eitt vitni hevði verið til okkara søgu, hevði tað helst verið havið. Tí gongur havið aftur í øllum myndunum.
Næsti málningurin í røðini hjá Bárði Dal Christiansen
Heitið á listaverkinum er "Spegil" og speglar hugsjónina aftan fyri verkið. Spegil ella onnur ting, vit spegla okkum í, kann geva okkum eina skeiva mynd ella ikki siga alla søguna:
- Eitt nú kann ein spegil heilt ítøkiliga lumpa eygað, sigur Bárður Dal Christiansen.
Triðji málningurin ímyndar ídnaðarsamfelagið
Fjórði málninguri í røðini, sum kanska endurspeglar nútíðarsamfelagið
Tí hava myndirnar eisini tann eginleika, at tær kunnu lýsa í myrkri, og tá broytast motivini, soleiðis at okkurt, ið ein ikki sær í dagsljósi, traðkar meira fram:
- Tað avspeglar, at onkuntíð skal ikki so nógv til, at ein nýggj forteljing broytir alla søguna og okkara hugsan, sigur Bárður Dal Christiansen.
Fimti málningurin ímyndar framtíðina
Fjaldir neonlitir í málningunum hjá Bárði koma fram í myrkri
Lurta eftir samrøðu, sum Lív Mikkelsen gjørdi við Silju Strøm og Bárð Dal Christiansen, listafólkum, í sendingini Kultura:
Lurta eftir allari Kulturasendingini her:





























