- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rætturin metir um gegnið hjá verjuadvokati

Bara dómsviðgerðin - prosedyran - er eftir í rættarmálinum, har Janus Petersen, fyrrverandi stjóri í Føroya Banka, er ákærdur fyri at hava framt mvg-svik fyri útvið 2,2 milliónir krónur tilsamans. Men nú hevur ákæruvaldið biðið Føroya Rætt taka støðu til, um verjin hjá Janusi Petersen er gegnigur. Tað er Christian Andreasen, advokatur, sum er verji, og hann er stórliga bilsin um, at ivi yvirhøvur er reistur um gegnið og ikki minni, at tað hendir so seint í málinum.
- Eg havi ongantíð fyrr upplivað, at spurningur verður settur við gegnið hjá verjuadvokatinum, EFTIR at allar avhoyringar og høvuðsforhandlingarnar í rættinum eru lidnar, segði hann, tá málið um gegnið var fyri á rættarfundi hósdagin.
Verður niðurstøðan, at hann er ógegnigur, má alt málið ganga umaftur við einum øðrum verja. Føroya Rættur viðger gegnisspurningin sum eitt dómsmannsmál við tveimum dómsmonnum afturat dómaranum Rannvá Ragnarsdóttir. Tey koma við einum úrskurði um eina viku frá í gjár, hósdegnum, at rokna.
Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri, greiddi á rættarfundinum frá, hví tey ivast í gegninum hjá Christiani Andreasen. Og orsøkin er ábendingar um, at advokaturin ikki bara hevur havt leiklutin sum verji hjá Janusi Petersen í málinum um mvg-svik, men eisini hevur verið skattligur ráðgevi hjá honum í sambandi við sjálvt virksemið í smápartafeløgunum Frama og Frama Bygging - tað eru feløgini, har Janus Petersen sambært ákæruni hevur snýtt við mvg'num.
Katrin Thorsvig Hansen segði, at ivin um gegnið hjá Christiani Andreasen hevði ment seg undir rættarviðgerðini av tí málinum, og tað var orsøkin til, at rætturin nústani er biðin um at taka støðu til spurningin.
Janus Petersen eigur einsamallur feløgini Frama og Frama Bygging, sum hava staðið fyri bygging og sølu av íbúðum á Karlamagnusarbreyt og Ingibjargargøtu í Hoyvík.
Tað er í sambandi við hetta virksemið, at Janus Petersen er ákærdur fyri við vilja at hava hildið upplýsingum um mvg-skyldugar upphæddir aftur og tískil hevur sloppið sær undan at rinda umleið 885.000 krónur í mvg, og fyri at hava sent fakturar íroknaðar mvg frá felagnum Frama til Frama Bygging, sjálvt um Frami ikki er eitt mvg-skrásett felag. Við hesum seinna lógarbrotinum bleiv tað almenna, sambært ákæruni, snýtt fyri 1,3 milliónir krónur í mvg - ella var í stórum vanda fyri at missa hesa upphæddina.
Christian Andreasen vísti staðiliga øllum ivanum um ógegni aftur. Hann segði, at hann gaman í hevði hjálpt eitt sindur við tí formliga, tá feløgini hjá Janusi Petersen blivu stovnað, og gjørt onkra standard-kontrakt fyri ein meklara, ið skuldi selja íbúðirinar. Men hetta var arbeiði, sum ein advokat-skrivari vanliga kann avgreiða, og talan var á ongan hátt um ráðgeving. Christian Andreasen legði dýran við, at hansara leiklutur bara er løgfrøðiligur sum verji í revsimálinum um mvg-undandráttin, og at tað er grannskoðaravirkið Menta, sum hevur verið skattligur ráðgevi hjá Janusi Petersen. Hetta er eisini váttað av grannskoðaravirkinum sjálvum.
Katrin Thorsvig Hansen legði dent á, at tað var við atliti at álitinum á sjálva rættarskipanina, og fyri at tryggja Janusi Petersen eina effektiva verju, at ákæruvaldið vildi hava rættin at taka støðu til gegnið hjá verjanum.
Christian Andreasen helt hinvegin, at úrslitið fór at verða júst tað øvugta, um hansara tilnevning sum verji skuldi ógildast nú, tá rættarviðgerðin av revsimálinum næstan var komin at enda. Hann vísti á, at Janus Petersen hevur havt ákærurnar hangandi yvir sær leingi, og at tað á ongan hátt tænti honum og hansara rættarkenslu at skula bíða enn longur.
Hesum tók Janus Petersen undir við, tá dómarin gav honum seinasta orðið á rættarfundinum. Hann gjørdi eisini greitt, at hann sjálvur hevur valt Christian Andreasen til verja og ongan annan vil hava.

























