- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyska kvotan í grønlendskum sjógvi minkar næsta ár

Føroysku kvoturnar í grønlendskum sjógvi minka næsta ár.
Orsøkin er, at Føroyar hava minni av svartkjaftakvotu at lata Grønlandi afturfyri.
Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Grønland varð undirskrivað í Nuuk í gjár.
150 tons minni av toski
Næsta ár sleppa føroysk skip at fiska 2350 tons av toski í Eysturgrønlandi, tað eru 150 tons minni enn í ár.
Svartkalvakvotan verður 275 tons í Eysturgrønlandi og 100 tons í Vesturgrønlandi, tað eru 50 tons minni enn í ár.
Eisini sleppa føroysk skip at fiska 175 tons av brosmu og 25 tons av kalva í grønlendskum sjógvi næsta ár.
5.000 tons av norðhavssild
Afturfyri sleppa grønlendsk skip at fisk 4900 tons av norðhavssild og 20.400 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi næsta ár.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið upplýsir, at arbeiðið at dagføra rammuavtaluna um fiskiveiði millum Føroyar og Grønland nú er komið so væl áleiðis, at nýggj rammuavtala kann undirskrivast til várs.


























