- Tíðindi, mentan og ítróttur
Undirhondin: Ingi Olsen metir um spælaraavrikini móti Íslandi

Tað rakk ikki til sigurs á Íslandi í síðsta dystinum hjá Føroyum í hesum HM-endaspælinum. Til tað var verjuspælið fyrsta partin av dystinum og vánaligt, og íslendska leiðslan av tí sama ov stór.
Føroyar nærkaðust í løtum, tá munurin tódnaði niður í tvey mál, men tá spiltu mistøk og brendir kjansir spælið. Niðanfyri verður mett um avrikini hjá føroyska liðnum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.
5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”
4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”
3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”
2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”
1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”
Rakul Wardum 2
Ein bjarging í dag av 12 møguligum var ikki heilt góðkent. Byrjanin av dystinum var vánaligasta verjuavrikið hjá liðnum í HM, og tí eru umstøðurnar eisini sera ringar hjá einum málverja. Tá vit so fáa verjuna at rigga eitt sindur betur, verður Rakul skift út.
Annika Fríðheim Petersen 4
Annika prógvar í dag, at tað var rætt at taka hana við, hóast stutt tíð er gingin síðan hon átti barn. Hevur níggju bjargingar og stendur á 33 prosent. Er rættuliga avgerandi í royndini at koma aftur í aftur, og tað er heilt ótrúliga flott av Anniku at spæla so væl, hóast so stutt tíð er gingin.
Rakul Wardum rakti ikki Spania-stigið, men Annika Fríðheim Petersen spældi væl og gjørdi sítt til at dysturin livdi leingi. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Marita Mortensen 2
Fær nokkso nógvar minuttir í dag bæði í verju og álopi. Fær tveir skotmøguleikar og brennir báðar. Hevur eisini nakrar óhepnar støður, har íslendskir bakkar sleppa framat á uttaru síðu. Tað, at vit fara fram í 5-1 verju, ger tað truplari at dekka bakkur.
Jana Mittún 5
Jana prógvar aftur í dag, at hon hevur óendaliga nógva orku. Gamaní sníkja onkrar villur seg inn í spælið, og kanska átti tað at verið heilar níggju málgevandi avleveringar. Men seks mál upp á sjey skot og sjey upplegg eru heilt ótrúliga flott. Trúgvi, at kappingin hevur verið sera gevandi fyri Viborg-bakkin, sum hevur fingið nógv burturúr. Samanlagt ein frálík kapping frá Janu.
Jana Mittún hevur gingið á odda fyri Føroyar í HM-endaspælinum. Er framúr góður spælari, men hevur eisini neyðuga treystið og treisknið til at standa seg á hægsta stigi. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Súna Krossteig Hansen 5
Eins og Jana, hevur Súna heilt ótrúliga nógva orku. Tað skuldi gravast djúpt í dag, men aftur hesa ferð vóru tvídystirnir á altjóða høgum stigið, og bakspælarin skoraði seks mál upp á seks skot. Harumframt vann hon okkurt brotskast.. Aftur ein sera væl spældur dystur frá Súnu.
Karin Egholm 1,5
Kemur inn, tá Lív hevur brent, men hóast hon beinanvegin fær sera góðan møguleika, tekur hon ikki av. Fær næstan ein heilan seinna hálvleik, men spælir ein dyst til gloymibókina, stutt sagt.
Súna Krossteig Hansen hevur eisini víst sítt repertoire í HM-kappingini. Duellspælið er í toppflokki, og stríðsandin er ikki til at køva. Ætlar sær til fleiri HM-endaspøl, segði hon eftir dystin. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2,5
Íslendski málverjin hevur tíverri alt ov gott tak á okkara høgru vongum, og soleiðis var eisini í dag. Er alt ov skjót at skjóta og við so dugnaligum málverja, ja, so er tað ikki nóg gott. Tað telur upp, at Lív verjur so væl. Tann parturin er góður – men hin endin er – ja, ikki eins góður.
Rannvá Olsen 4
Fær afturval í dag, og prógvar, at avgerðin var røtt. Tá tað annars var sera torført at fáa bóltin í málið, var Rannvá sera trygg í dag. Um vit høvdu lagt meira fyri í kontraspælinum, hevði tað ivaleyst givið Rannvá fleiri kjansir, men orkan var ikki heilt til fleiri kontra. Men bæði í verju og álopi kann Rannvá fara heim við eini góðari heildarkenslu.
Bjarta Osberg Johansen 3
Kemur eitt sindur meira inn í dag, tí Pernille skuldi hava hvíld. Beint tá gekk ikki serliga væl hjá okkum, men Bjarta spælir ein dyst, har hon ikki verður sett í serliga nógvar góðar støður. Ger kortini arbeiðið, hon er sett til, í sínum seinasta endaspælsdysti fyri Føroyar.
Maria H. Weihe 4
Fær fimm møguleikar at skora og setir fýra teirra. Hennara arbeiði var at skjóta brotskøst, og tað gjørdi hon næstan lítaleyst. Hon fær tí eina stjørnu fyri hvørt málið.
Harpiks: Pernille Brandenborg ger seg til reiðar til sætta og seinasta HM-dystin á hesum sinni og sá út til at vera eitt sindur merkt av nógvu strævnu HM-minuttunum á strikuni hjá Føroyum. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Pernille Brandenborg 3,5
Ein rættulig stríðskvinna. Var merkt av, at hetta var hennara sætti dystur við mestsum fullari spælitíð hvørja ferð. Tí er ikki so løgið, at onkur villa sníkir seg inn í spælið. Verjan var ikki eins trygg í dag av tí sama. Strikuleikarnir hjá Íslandi fáa heldur nógvar góðar møguleikar, og sum heild var dysturin í dag merktur av vantandi orku. Alt annað vildi verið løgi. Fær fimm av sjey royndum í mál.
Elsa Egholm
Fær bert fýra minuttir í dag, sum kanska er í minna lagi til at meta út frá. Fær gamaní ein møguleika og eitt brotskast.
Maria Pálsdóttir Nólsoy 3
Maria hevur fram til íslandsdystin verið sera trygg upp á síni skot, men so var ikki í dag. Fær tríggjar møguleikar, og brennir teir allar. Ger eisini onkrar tekniskar villur. Í verjuni ger Maria eitt stórt arbeiði. Var meira ágangandi í dag, og tað klæðir Mariu sera væl.
Lív Bentsdóttir Zachariasen 4,5
Lív hevur víst, hvør dugur er í henni í hesi kappingini, og hevur prógvað seg sum virðiligan avloysara fyri Brynju Høj íføroysku miðverjuni saman við liðskiparanum. Lív fær hvíld í álopinum, og tað ger sjálvandi, at hon fær bestu umstøður til at verja. Verjur eina løtu fremst í 5-1 verjuskipan, og eisini tann partin megnar hon einastandandi væl. Er framsíggin í sínum verjuspæli og órógvar íslendingar sera nógv.
Vár Zachariasen
Spælir ov stutt í dag, til at karakterur kann gevast.
Anna Elisabeth H. Weyhe
Kemur ikki inn.
Gylta á Neystabø
Ikki á dómaraseðlinum.
Marianna G. Eystberg
Ikki á dómaraseðlinum.
Samanum: Claus Mogensen og føroyski hópurin kunnu vera væl nøgd við HM-endaspælið, hóast ósigurin ímóti Íslandi argar nakað. Stórar avbjóðingar bíða danska venjaraparinum, sum skrivaði undir nýggjan sáttmála við HSF fyri kortum. (Mynd: Anze Malovrh / kolektiff)
Claus Mogensen 2,5
Í dag var orkan uppi hjá kvinnunum at síggja til. Annað leikbráið varð tikið longu eftir fyrsta korterið. Verjan fekst ikki at rigga og roynt var tí við 5-1 verju. Júst í dag kundu venjararnir kanska givið Pernille hvíld og roynt Vár í staðin, tí liðskiparin var drenað fyri orku. Tað er prísurin fyri at spæla somikið smælt, sum vit gera. Júst Lív/Vár kundi verið roynt meira sum fyrireiking til dystir, har Pernille ikki er tøk ella er eins troytt og í dag. Kanska átti Claus eisini at havt skift málverja nakað fyrr. Samanumtikið ein góðkend kapping, men kanska átti venjarin at hugsa um, at onkur av kvinnunum ikki høvdu meira at geva og havt eina plan-B, sum gav fleiri leikarum møguleikan.






























