- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt á Ljóð: Kvinnan og prædikan

Kunnu konufólk vera prestar? Er hetta í samsvari við bíbliunnar boðskap og kirkjunnar læru? Tann, sum heldur, at hetta eru nýmótans spurningar, sum eru komnir upp seinast í 20. og fyrst í 21. øld, fer skevur. Longu um trúbótarmundið vóru hesir spurningar settir av kendum lutherskum gudfrøðingum, og svarið teir komu til, var eitt greitt ja.
Ì sendingini Kvinnan og prædikan fer Kári Sólstein saman við gudfrøðingi og lektara í kirkjusøgu Jákupi Reinert Hansen út á Landsbókasavnið, har teir finna fram elstu lestrarbókina frá lutherskari tíð, sum er at finna í Føroyum.
Høvdu ikki bíbliu
Lestrarbókina hevur gudfrøðingurin og reformatorurin Johan Spangenberg skrivað í 1543. Nøkur ár seinni bleiv bókin tydd til danskt og hevur verið brúkt sum lestrarbók í Dali síðani 1560. Lestrarbøkur vóru meiri vanligar millum fólkið í Føroyum tá í tíðini, tí tær vóru bíligari at fáa fatur á enn bíblian.
Nógvastaðni kom prestur ikki so oftani, so tað var úr lestrarbókunum, at fólk fingu sín kunnleika um Jesus og kristnu siðalæruna.
Allir stórir spurningar viðgjørdir
Í lestrarbókunum vóru allir stórir kirkjuligir spurningar viðgjørdir, av tí at teir vóru settir í samband við ávísar prædikutekstir. 1. sunnudag eftir trettanda, tá ið evangeliið var um hin 12 ára gamla Jesus í templinum, Luk 2,41-52, átti prædikan at viðgera kristiliga barnauppaling. 2. sunnudag eftir trettanda varð í evangeliinum sagt frá, tá ið Jesus gjørdi vatn til vín í brúdleypinum í Kana, Jóh 2,1-11, og hvat var tá meira natúrligt enn at prædika um hjúnalagið? Tann, sum las lestur ella nýtti lestrarbókina sum iblástur, kundi sostatt nerta vid allar stórar spurningar á hvørjum ari.
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, greiðir frá og Kári Sólstein hevur sett saman og lagt sendingina til rættis.
Jesu uppreisnarsøga
Í hesum samanhangi verður tað serliga áhugavert at lesa lestrarnar hjá Spangenberg til páskadag. Jesu uppreisn og kvinnurnar við ta tómu grøvina verða viðgjørd í øllum teimum fýra evangeliunum, og Mark 16, 1-7 er fastur prædikutekstur. Men í sambandi við trúbótina hevði vinmaður Luthers, Bugenhagen, orðað eina langa, samanhangandi frásøgn burtur úr tí, allir teir fýra evangelistarnir vita at siga frá. Tá ið tey lósu ta samansettu frásøgnina, varnaðust tey eina áhugaverda søgugongd páskadag. Og tað er, tá tú lesur hesa samansettu frásøgnina úr evangeliinum, at tað gerst greitt fyri reformatorunum, at tað er Kristus sjálvur, sum vígur kvinnuna til prestar og prædikarar.
Hvussu tað hongur saman, fært tú at vita við at lurta eftir sendingini Kvinnan og prædikan.
Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, greiðir frá og Kári Sólstein hevur sett saman og lagt sendingina til rættis.
Hvat: Kvinnan og prædikan
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Týsdagar kl. 17.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Kelda: Jákup Reinert Hansen og grein, sum hann hevur skrivað í vísindatíðarritinum Frøði.



















