Útlendski áhugin fyri føroyska rúsevnismarknaðinum tykist stórur

Útlendski áhugin fyri føroyska rúsevnismarknaðinum tykist stórur
Vit síggja ferð eftir ferð, serliga í stóru rúsevnismálunum, at træðrir eru til skipaðan kriminalitet í Danmark, sigur leiðarin á kanningardeildini hjá politinum
29.05.2026 - 19:25

- Vit síggja ferð eftir ferð, serliga í stóru rúsevnismálunum, at træðrir eru til skipaðan kriminalitet í Danmark.

Tað sigur Kári Jacobsen, leiðari á kanningardeildini hjá politinum, sum vísir á, at lyndi at brúka harðskap og hóttanir er vanligari at síggja.

Trý fólk eru í dag varðhaldsfongslað í størsta kokain-máli higartil. Í minsta lagi fimm kilo av kokaini er smuglað til Føroya og síðani er meginpraturin seldur víðari her.

Prísurin á kokaini er 1.800 kr. fyri grammið, sum er tað dýrasta á marknaðinum - til samanberingar fæst eitt gramm av hassji fyri 300 kr.

Taka vit støði í dagsins kokain-máli, so kunnu nøgdirnar virðismetast til 9. mió. kr. á gøtuni.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542