Kokain-málið: Tey skuldsettu varðhaldsfongslað í fýra vikur

Kokain-málið: Tey skuldsettu varðhaldsfongslað í fýra vikur
Tveir menn og ein kvinna eru skuldsett fyri at hava selt meira enn fýra kilo av teimum fimm, sum tey smuglaðu til Føroya. Hetta er størsta nøgd av kokaini higartil
Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað trý fólk í størsta kokain-máli higartil. (Savnsmynd)
 
29.05.2026 - 14:37

Tey trý fólkini, sum eru skuldsett fyri at hava smuglað í minsta lagi fimm kilo av kokaini til Føroya, og síðani at hava selt meginpartin av rúsevnunum her, eru varðhaldsfongslað í fyra vikur.

Tey skuldsettu vóru í grundlógaravhoyring fyrrapartin.

Talan er um tveir ungar menn, 22 og 23 ára gamlir, og eina 19 ára gamla kvinnu.

Hetta er størsta nøgd av kokaini higartil í einum einstøkum løgreglumáli í Føroyum.

 

Selt meira enn fýra kilo

Sambært skuldsetingunum skulu tey trý frá september í fjør til 16. apríl í ár hava staðið fyri at smugla í minsta lagi fimm kilo av kokaini til Føroya. 

Hetta hava tey sambært skuldsetingunum gjørt saman, ella saman við øðrum persónum í Danmark, og møguliga eisini í Føroyum. 

Síðani hava tey selt 4.437 gramm av kokaininum í Føroyum, og løgreglan hevur lagt hald á 666 gramm.

Grundlógaravhoyringin í rættinum var fyri afturlatnum hurðum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423