- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dennis og Alex "selja" Vaskiskúrin til landskassan fyri aðru ferð

Presisering, gjørd kl.10:19: Í yvirskriftini og undiryvirskriftini brúka vit orðið “selja”. Tað hevur fingið lesarar at reagera. Tí henda presisering. Við orðingini meinast, at nevndu persónar selja hugskotið, hvat hesin gamli bygningur á Gørðunum í Vági eigur at vera brúktur til. Alex Vilhelm eigur bygningin gjøgnum sítt íverksetarafelag. Dennis Holm hevur í tveimum umførum roynt at sannføra landsins myndugleikar um, at tað er eitt gott hugskot at brúka pengar upp á júst henda bygningin. Í báðum føri er talan um, at skattakrónur skulu brúkast til at keypa bygningin, ávíkavist til skúla og nú til maritiman mentanardepil. Hetta er alt lýst í greinini.
Málið snýr seg um sonevnda “Vaskiskúrin á Gørðunum.” Ein gamal bygningur, sum tíðliga í 2018 skifti eigarar. Keyparin var íverksetarafelagið ÍVF Vaskiskúrurin á Gørðunum, sum vinnulívsmaðurin í Vági, Alex Vilhelm, eigur. Sambært tinglýsingini átti Ullavirkið hjá Árna Brattaberg bygningin, ið varð seldur á tvingsilsuppboði, tá Alex Vilhelm keypti.
Sambært fyrsta roknskapi hjá ÍVF Vaskiskúrurin á Gørðunum frá 2018 er gamli bygningurin á havnalagnum innast á Vágsfirði mettur til 408.800 krónur. Bygningurin er í vánaligum standi, og roknskapirnir fyri næstu árini vísa, at har er lítið og einki virksemi í bygninginum, sum gevur inntøkur. Í nýggjasta roknskapinum, sum er fyri 2024, er bygningurin niðurskrivaður til eitt virði, sum er 341.600 krónur.
Ítróttarháskúli
Fyri neyvt fýra árum síðani, 14. desember 2021, fær fíggjarnevndin hjá løgtinginum áheitan um at stuðla eini verkætlan í Vági. Biðið verður um eina “íløgujáttan til skúlabygging til Ítróttarháskúlan í Suðuroy."
Biðið verður um pengar úr landskassnum til at keypa Vaskiskúrin á Gørðunum, sum skal umbyggjast til skúlabygning til Ítróttarháskúlan í Suðuroy. Í umsóknini verður víst á, at byggifyritøkan Norcon hevur mett tað fara at kosta góðar 13 milliónir krónur at gera gamla Vaskiskúrin til ein nýggjan skúlabygning. Søkt verður um helvtina av hesi upphædd, tað er 6,5 milliónir krónur.
Maðurin, sum hevur undirskrivað umsóknina um tær 6,5 milliónirnar, sum fíggjarnevndin verður biðin um at játta til hesa verkætlan, er Dennis Holm. Hann er tá, í desember 2021, stýrisformaður fyri Ítróttarháskúlan í Vági.
Dennis Holm er heitur forsprákari fyri hesi loysn, og tað grundgevur hann millum annað fyri í samrøðu við útvarpið 15. desember 2021. Samrøðan kann hoyrast her:
Men ætlanin hjá Dennis Holm um at lata landskassan keypa gamla Vaskiskúrin á Gørðunum ber ikki á mál. Og heldur ikki næstu árini er nakað virksemi í bygninginum.
Maritimur mentanardepil
Fýra ár seinni verður enn ein roynd gjørd at fáa landskassan at keypa gamla Vaskiskúrin. Hesaferð er tað felagið Vágs Sóknar Bygdasavn, sum bjóðar bygningin fram. Tað verður gjørt í skrivi til fíggjarnevndina hjá løgtinginum, dagfest 26. oktober 2025. Nú er talan um eina umsókn um stuðul til Maritiman Mentanardepil í Vági.
Víst verður til gomlu grindabátarnar í Vági, sum eiga at koma til heiðurs og æru í framsýningarhølum, umframt tað stóra mentanarliga virðið, ið alt økið á Gørðunum í Vági hevur. Í umsóknini verður víst á, at fyrsti partur av stóru verkætlanini er “at keypa sonevnda Vaskiskúrin á Gørðunum, sum er grundarlag undir gjøgnumførslu av verkætlanini.”
Víðari verður víst á, at keypsavtala er gjørd við eigaran av Vaskiskúrinum á Gørðunum, og keypsprísurin er 900.000 krónur. Við í prísinum er sonevnda Pumpuloftið, sum er fastbygt í Vaskiskúrin.
Hesin parturin, at keypa Vaskiskúrin, er sambært umsóknini til fíggjarnevndina fyrsti partur av eini størri verkætlan í fleiri stigum, sum pengar tó enn ikki eru útvegaðir til.
Hesaferð er tað sum nevnt Vágs Sóknar Bygdasavn, ið sendir umsóknina til fíggjarnevndina hjá løgtinginum. Biðið verður um eina millión krónur. Tað er Búi Dahl, formaður í Vágs Sóknar Bygdasavnið, ið skrivar undir og sendir umsóknina. Ongastaðni er upplýst, at Dennis Holm er kassameistari í Vágs Sóknar Bygdasavni.
Dennis Holm situr eisini við borðið, tá umsóknin frá Vágs Sóknar Bygdasavni verður viðgjørd í fíggjarnevndini hjá løgtinginum. Dennis Holm tók sæti á løgtingi og í fíggjarnevndini, tá hann í vár noyddist frá sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Í samrøðu við Kringvarpið týskvøldið 16. desember segði Dennis Holm, at hann hevði ikki upplýst fyri hinum fíggjarnevndarlimunum, at hann var kassameistari í felagnum, sum bað fíggjarnevndina um eina millón krónur til Maritima Depilin í Vági.
Hoyr innslag: Játtar sær sjálvum pening
Og í tíðindunum dagin eftir váttaði Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, at hon visti einki um dupultleiklutin hjá Dennis Holm.
Hoyr innslag: Eyðgunn: óheppið at nevndarlimir ikki upplýsa um síni áhugamál
Forkvinnan í fíggjarnevndini helt tað vera óheppið at Dennis Holm ikki hevði upplýst nevndina um sín leiklut í Vágs Sóknar Bygdasavni. Men í tíðindunum á middegi mikudagin helt Eyðgunn Samuelsen tó fast um, at talan var um eina góða umsókn, ið hon helt tað vera rætt at játta eina millión krónur til.
Kringvarpið hevur tó fingið váttað, at fíggjarnevndin ikki hevur tosað við nakran um hesa verkætlan, nevndin hevur ikki kannað umstøðurnar á staðnum, og eingin av umsøkjarunum hevur verið í nevndini og svara spurningum um verkætlanina.
Í sínum áliti mælti samgongumeirilutin í fíggjarnevndini til at játta eina millión krónur til Vágs Sóknar Bygdasavn. Og tá fíggjarlógaruppskotið kom til atkvøðugreiðslu eftir aðru viðgerð týsdagin, atkvøddi samgongan fyri hesum broytingaruppskoti.
Tí er líkt til, at landskassin nú loksins keypir gamla Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági. Ein bygningur, sum Dennis Holm og Alex Vilhelm tvær ferðir hava roynt at selja til almennu Føroyar. Fyrst til ítróttardepil, nú til Maritiman Mentanardepil.
Andstøðan ímóti
Tað er tó greitt, at andstøðan fer at stríðast ímóti hesi játtan, tá fíggjarlógin kemur til 3. viðgerð á løgtingi.
Løgtingslimir úr Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum hava orðað eitt broytingaruppskot, har mælt verður til at strika játtanina til Vágs Sóknar Bygdasavn. Løgtingslimirnir úr andstøðuflokkunum, sum standa aftanfyri broytingaruppskotið, vísa á at játtanin í verandi líki byggir á seráhugamál hjá einum fíggjarnevndarlimi (Dennis Holm, red.).
-Um landsstýrið við óheftari viðgerð heldur, at stuðul skal latast til ein Maritiman Mentanardepil í Vági, so má landsstýrið koma við lógaruppskoti um tað, sigur Jørgen Niclasen, sum er ein av uppskotsstillarunum.
Hinir uppskotsstillarar eru Jacob Vestergaard og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, og Jaspur Langgaard og Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.
Tí er greitt, at løgtingið skal atkvøða um, hvørt ein millión krónur skal játtast til at keypa gamla Vaskiskúrin á Gørðunum í Vági.
Ívi í Vágs Býráð
Fyri hálvum øðrum mánað síðani, 27. oktober, viðgjørdi Vágs Býráð eina umsókn um at játta pengar til verkætlanina at gera ein Maritiman Mentanardepil í býnum. Tað undarliga í hesi viðgerð var, at borgarstjórin, Bjarni Johansen, mælti til at taka málið av dagsskrá. Sambært gerðabókini var orsøkin, at borgarstjórin fyrst vildi hava eina framløgu frá nevndini, sum arbeiðir við málinum, áðrenn býráðið tók støðu til umbønina um at játta pengarnar. Men borgarstjórin kom í minniluta, tí fimm av níggju býráðslimum vildu sleppa at atkvøða um málið beinanvegin. Málið kom til atkvøðugreiðslu, varð samtykt við fimm atkvøðum fyri og fýra ímóti, og tí hevur Vágs Býráð játtað tilsaman 900.000 krónur til Maritima Mentanardepilin. Pengarnir skulu játtast við 300.000 krónum um árið, 2025-2027.
Bjarni Johansen, borgarstjóri, er ikki partur av meirilutanum. Hann kom í minniluta í hesi atkvøðugreiðslu.
Ein annar býráðslimur, sum eisini kom í minniluta, er Erhard Joensen, sum eisini er løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
-Nei, eg var ikki fyri at játta pengarnar. Eg haldi ikki at hatta er besta loysnin, sigur Erhard Joensen.
Hann vísir á, at Vágs býráð hevur í longri tíð arbeitt fyri at savna alt søguliga virksemið í býnum í eitt felags savn. Henda ætlanin er ikki í tráð við ætlanina um ein Maritiman Mentanardepil, ið skal spretta úr gamla Vaskiskúrinum á Gørðunum.
Erhard Joensen var eisini formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum í desember 2021 skuldi taka støðu til umsókn frá Ítróttarháskúlanum í Vági um at játta pengar til at keypa og umvæla gamla Vaskiskúrin á Gørðinum.
-Niðurstøðan tá var, at bygningurin var ikki egnaður at brúka til ítróttarháskúla, sigur Erhard Joensen um umbønina frá desember 2021.























