Búskaparráðið: Fíggjarpolitiskt regluverk kann geva falskan tryggleika

Búskaparráðið: Fíggjarpolitiskt regluverk kann geva falskan tryggleika
Búskaparráðið sigur eisini, at kommunurnar eiga at vera við í regluverkinum, so land og kommunur samskipa almennu fíggjarætlanirnar
Búskaparráðið hevur skrivað hoyringarskriv um uppskotið um fíggjarligt regluverk.
 
22.12.2025 - 07:52

Uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarpolitiskt regluverk kann geva politisku skipanini falskan tryggleika.

Tað sigur Búskaparráðið í sínum hoyringarskrivi.

Tað heldur, at eitt prosent í realum vøkstri er nógv, serliga tá avmarkingar ikki eru um úrslit ella skuld.  

Størsti mangulin er, at eingin áseting er um hallið í fíggjarlógini, heldur ikki um hallið hjá kommununum. Og eingin avmarking er um almenna lántøku. 

 

Kommunur eiga at vera við

Tí forðar uppskotið ikki nóg væl landinum í at føra fíggjarpolitikk, sum hevur við sær ótálmaðan vøkstur í almennu skuldini við áhaldandi stórum undirskotum.

Fíggjarmálaráðið sigur, at tað arbeiðir við uppskotum um at avmarka lántøku, og at gera upp bygnaðarligt úrslit og áseta mál í tí sambandi.  

Búskaparráðið sigur eisini, at kommunurnar eiga at vera við í regluverkinum, so land og kommunur samskipa almennu fíggjarætlanirnar.

Tað heldur Fíggjarmálaráðið eisini, men tað krevur samráðingar við kommunurnar.

Les hoyringarskrivið hjá Búskaparráðnum her. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523