Bøtur um rakettir verða skotnar í dag

Bøtur um rakettir verða skotnar í dag
​​​​​​​Tað ber ikki til at framskunda eitt nýggjárshald og skjóta rakettir í kvøld, av tí at boðað er frá ringum veðri í annaðkvøld. So gevur politiið bøtur
Tað er bara loyvt at skjóta fýrverk frá 31. desember til 2. januar. Tað stendur í nýggju kunngerðini um fýrverk.
 
30.12.2025 - 13:26

- Tað er, sambært nýggju kunngerðini um fýrverk, ólógligt at skjóta fýrverk áðrenn 31. desember. Tað sigur Michael Boelsen, fúti.

Fútin ætlar at halda seg til kunngerðina um fýrverk, sum kom í gildi 1. januar í 2024.

Har verður sagt, at tað er bara loyvt at skjóta fýrverk frá 31. desember til 2. januar.

Hann ætlar ikki at gera undantak, sjálvt um boðað er frá nógvum vindi í annaðkvøld, meðan veðrið eftir øllum at døma verður gott í kvøld.
 

1785565

 

Vit hava spurt Margit Stórá, landsstýriskvinnu, sum umsitur mál um fýrverk, um hon fer at broyta kunngerðina um fýrverk, men hon hevur onga viðmerking enn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459