- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar góðar EM-umsóknir í sigri á Italia

Peter Bredsdorff-Larsen hevði ivaleyst vilja havt Elias Ellefsen á Skipagøtu á vøllinum, men venjarin fegnaðist helst samstundis um tær nógvu góðu umsóknirnar, hann fekk frá hinum baksspælarunum í 38-34 sigrinum hjá Føroyum á Italia við Tjarnir.
Óli Mittún sat nógv uttanfyri - øll vita, hvat hann stendur fyri - men Pauli Mittún, Bjarni í Selvindi og Rói á Skipagøtu vístu seg allir fram við góðum avrikum, og tað gevur vón um, at Føroyar kunnu gera ein vørr í Oslo. Eisini uttan størstu stjørnuna.
Á vongunum var business as usual. Hákun West av Teigum og Leivur Mortensen vóru knívhvassir við sjey málum í part, meðan strikurnar vóru raskar antin at skora ella at vinna brotskast. Í málinum vísti Pauli Jacobsen aftur hesa ferð, at hann hevur tev fyri at standa væl í avgerandi løtum.
Yvirhøvur fingu føroysku menninir sigurin, sum teir vildu hava. Ein sigur, sum ger, at teir kunnu fara undir EM-endaspælið við góðum treysti - eisini um tað skuldi víst seg, at Elias Ellefsen á Skipagøtu bert verður við sum ráðgevi av beinkinum.
Reistu seg eftir laka byrjan
Bjarni í Selvindi fekk góða byrjan ímóti ágangandi italsku verjuni við tveimum teimum fyrstu føroysku málunum, men í hinum endanum lak heldur illa.
Italia fann strikuna fleiri ferðir á rað, og tá heimamenninir brendu, kundu útiliðið skjóta seg nøkur mál framum. Føroyar kom kortini skjótt upp á javnt, millum annað við málum frá Hákuni West av Teigum, sum rundaði 200 við Merkinum á bringuni.
Løtu seinni misnýtti Berlin-maðurin úr seks metrum, beint eftir at Vilhelm Poulsen hevði gjørt tað sama, men tíbetur hevði Pauli Jacobsen funnið stevið í føroyska málinum.
Pauli Mittún kom inn og skoraði tvey upp á stutta tíð, og Føroyar smoygdu sær framvið Italia. Leiðslan helt eisini til hálvleiks, men tað var ikki meir enn akkurát. Eitt mál í síðstu løtu var kolldømt, tí tíðin var farin, áðrenn bólturin fór um málstrikuna og í tóma føroyska málið.
Nógvar góðar umsóknir
Føroyar funnu veruliga flogið fyrstu løtuna eftir steðgin. Pauli Mittún helt fram við góða spælinum, meðan Leivur Mortensen var flúgvandi. Tvey flott mál hálaðu Føroyar upp á trý máls leiðslu, og vinstra veingin upp á seks av seks.
Góða gongdin helt kortini ikki fram. Føroyska álopsketan misti stevið, og italiumenn revsaðu mistøkini mestsum hvørja ferð. Tá Pauli Mittún misnýtti eftir gott gjøgnumbrot, legði Italia seg framum 27-26. Men um onkur hevði hug at óttast eini endurtøku av dystinum fríggjakvøldið, tá Føroyar mistu takið síðsta korteri, var eingin orsøk til tess.
Pauli Mittún leveraði eina góða umsøkn um spæl í Oslo, og sum seinni hálvleikur leið gjørdu Rói á Skipagøtu og Bjarni í Selvindi tað sama. Báðir bakspælararnir gjørdu vart við seg við flottum málum og fríspælingum, og tá Pauli Jacobsen so eisini tók eitt brotskast, sá ógvuliga gott út.
Pauli Mittún setti føroyskt punktum við einum frálíkum máli, og tey nógvu viðhaldsfólkini við Tjarnir klappaðu Føroyar avstað til Oslo, har nógv av teimum ivaleyst skulu taka ímóti teimum aftur komandi fríggjakvøld í Unity Arena.



























