Møguleiki fyri, at USA brúkar Ísland at gera innrás í Grønland

Møguleiki fyri, at USA brúkar Ísland at gera innrás í Grønland
Bald­ur Þór­halls­son, stjórnmálafrøðingur, undrast á, at politikarar í Íslandi als ikki látast um vón
Baldur Þórhallsson er serfrøðingur í smáríkjum.
Mynd: Heimildin.is  
 
05.01.2026 - 08:51

Møguleiki er fyri, at USA brúkar Ísland til at gera innrás í Grønland. 

Tað sigur Bald­ur Þór­halls­son, stjórnmálafrøðingur, á Facebook, sum miðilin heimildin.is. endurgevur.

Hann undrast á, at politikarar í Íslandi als ikki látast um vón.

Bald­ur Þór­halls­son er serfrøðingur í smáríkjum.

Hann sigur tað ikki vera útilokað, at Trump er størri hóttan móti londunum í NATO enn Putin, og hugsar her um Grønland.

Tað er meira sannlíkt, at USA loypur á Grønland enn Russland á NATO-lond, sigur hann.

 

Lopfjøl

Bald­ur Þór­halls­son ávarar móti, at USA brúkar Ísland sum lopfjøl, tá ella um Grønland skal takast. 

Hann nevnir eisini møguleikan, at Ísland fer upp í ES.

Kristrún Frostadóttir, íslendski forsætisráðharrin, sigur, at Grønland er partur av danska kongsríkinum.

Einki um Grønland uttan um Grønland. 

Ísland stuðlar vinum sínum, sigur hon, uttan tó at nevna USA ella Trump.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655