Norðurlendskir forsætisráðharrar stuðla Danmark í málinum um Grønland

Norðurlendskir forsætisráðharrar stuðla Danmark í málinum um Grønland
Metta Frederiksen, forsætsráðharri, biður USA um at gevast við at hótta Danmark og Grønland
Metta Frederiksen, forsætisráðharri, sigur, at tað burturi úr vón og viti, at at tosa um, at USA skal yvirtaka Grønland.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
05.01.2026 - 08:23

Norðurlond stuðla áheitanini hjá danska forsætisráðharranum á USA um gevast við at hótta Danmark og Grønland.

Tað siga svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre og finski forsetin, Alexander Stubb, í uppsløgum á miðlinum X.

Boð teirra koma, eftir at Metta Frederiksen í gjárkvøldið bað USA um at gevast við at hótta Danmark og Grønland.

- Tað er púra burturi úr vón og viti at tosa um, at USA skal yvirtaka Grønland. USA hevur ongan rætt til at innlima nakra av teimum trimum tjóðunum í danska ríkinum, segðu Metta Frederiksen, sambært bretska kringvarpinum, BBC.

 

Mynd av Grønlandi í amerikonskum litum

Boð hennara komu eftir at kona ein av hjálparmonnunum hjá Trump, Stephen Miller, Katie Miller, hevði lagt eina mynd út av Grønlandi í amerikonskum litum, og við tekstinum SOON - Skjótt.

Trump hevur ferð eftir ferð nevnt møguleikan, at Grønland skal gerast partur av USA.

Og um vikuskiftið endurtók Trump í samrøðu við amerikanska miðilin, The Atlantic, at USA tørvar Grønland.

Alexander Stubb, finski forsetin, hevur á miðlinum X skrivað:

- Eingin tekur avgerð fyri Danmark og Grønland uttan Danmark og Grønland sjálvi. Norðurlendski vinur okkara, Danmark, og forsætisráðharrin, hava okkara fulla stuðul.

 

Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður í Grønlandi. 

 

Biður fólk um at sissa seg

Grønlendski landsstýrisformaðurin Jens-Frederik Nielsen bað um vikuskiftið fólk um at sissa seg.

- Ongin orsøk er at stúra ella at kenna seg ótryggan, skrivaði grønlendski landsstýrisformaðurin á sín Facebook-vanga.

- Land okkara er ikki til sølu, og framtíðin verður ikki avgjørd av uppsløgum á sosialum miðlum, skrivar landsstýrisformaðurin, sum sigur myndina hjá Katie Miller mangla virðing.

Rasmus Brun Pedersen, sum er danskur lektari í altjóða viðurskiftum,  heldur tó, at danir og grønlendingar eiga at síggja boðskapin frá Katie Miller sum eina hóttan.

- Hetta er eitt tekin um at kreftir nærhendis forsetanum arbeiða fyri at víðka amerikanska landaøkið, og at tað er upp á okkara rokning, sigur Rasmus Brun Pedersen við  danska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 6. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202303
Mánadag 5. januar
Veðrið
202274
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182