Sveis frystir ognir hjá Maduro inni

Sveis frystir ognir hjá Maduro inni
Fyrrverandi forsetin í Venesuela og kona hansara koma fyri rættin í Nwe York í dag
Nicolas Maduro avmyndaður, tá hann var á veg í rættin í New York, umgirdur av vápnaðum løgreglufólki.
Mynd: Eduardo Munoz/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.01.2026 - 14:46

Sveis frystir inni allar ognir hjá Nicolas Maduro, sum er koyrdur frá sum forseti í Venesuela, og hjá øllum, sum kunnu setast í samband við Maduro.

Tað boðar sveisiska stjórnin frá, sambært Reuters.

Revsitiltakið um at innifrysta ognir kemur, eftir at USA leygardagin leyp á Venesuela, tók Maduru og konu hansara til fanga, og flutti tey av landinum. 

 

Fyri rættin í dag

Maduro og kona hansara koma fyri rættin á Manhattan í New York í dag. Tey eru millum annað ákærd fyri rúsevnasmugling.

Ognirnar hjá Maduro vera innifrystar alt fyri eitt, og tær eru innifrystar í fýra ár.

Tað verður ikki upplýst, hvussu stórar ognir Nicolas Maduro og fólk, sum kunnu setast í samband við hann, eiga í Sveis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655