Vil endurskapa gott samstarv við amerikanarar

Vil endurskapa gott samstarv við amerikanarar
Grønlendski landsstýrisformaðurin stúrir ikki fyri, at USA fer at gera líknandi tiltøk móti Grønlandi, sum tað gjørdi móti Venesuela
Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður, á tíðindafundi í gjár.
Mynd: Oscar Scott Carl/Ritzau Scanpix  
 
06.01.2026 - 08:47

- Ein tíð, sum krevur samanhald.

Tað var boðskapurin hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Jens-Frederik Nielsen, sum hevði tíðindafund í gjárkvøldið, nú amerikanski forsetin aftur hevur nevnt møguleikan, at Grønland skal gerast partur av USA.

Grønlendska landsstýrið tekur støðuna í stórum álvara, sigur Jens-Frederik Nielsen, men hann stúrir ikki fyri, at USA fer at gera líknandi tiltøk móti Grønlandi, sum tað gjørdi móti Venesuela.

 

Vil hava status quo

- Vit eru ikki í tí støðu, har vit hugsa, at Grønland verður tikið eftir einari nátt.

Jens-Frederik Nielsen heldur tó, at Grønland nú skal royna at endurskapa góða samstarvið við amerikanarar.

- Vit vilja tað góða samstarvið, og tað er eisini tað, vit leggja dent á. Vit vilja aftur til status quo, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329