Fyrsta bústaðarfelagið stovnað

Fyrsta bústaðarfelagið stovnað
Almannagagnliga bústaðarfelagið hjá Tórshavnar kommuna og Bústøðum var stovnað í gjár. Tað eitur Heimbýli
44 íbúðir eru í nýggja felagnum.
 
07.01.2026 - 06:15

Almannagagnliga bústaðarfelagið hjá Tórshavnar kommuna og Bústøðum var stovnað í gjár.

Tað eitur bústaðarfelagið Heimbýli.

Hetta er fyrsta felag av sínum slagi í Føroyum.

Felagið hevur 44 íbúðir við Dalavegin, sum nú vera bodnar út til leigu.

Tað verður sambært listanum hjá Bústøðum.

Í løtuni eru 1374 fólk á bíðalistanum, 1283 teirra vilja leiga í Suðurstreymi.

 

Hesi manna nevndina í Heimbýli. (Mynd: Tórshavnar kommuna)

 

Húsaleigan

Leigan er úr 8.214 krónum um mánaðin uppi í 13.578 krónur.

Búvíddin er úr 50 upp í 91 fermetrar.

Bruttostøddin er úr 74 upp í 123 fermetrar. 

Fríggjadagin verður framsýning.

Í nevndini hjá Heimbýli eru Birita í Dali, deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu, Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum, Kaysten Rasmussen, fíggjarleiðari í Bústøðum, og Halla Nolsøe Poulsen, stjóri í NORA.

Formaður í nevndini er Jógvan Ósá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167