- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskasjúka: Bakkafrost skal sjálvt seta tiltøk í verk

Landsdjóralæknin hevur latið upp í hendurnar á Bakkafrosti at seta neyðug tiltøk í verk, eftir at nýggj sjúka var staðfest í aliringunum hjá Bakkafrosti á Lambavík. Var talan um ILA, so var tað Landsjdóralæknin, sum hevði myndugleikan.
Orsøkin er ein lóg frá 2001, ið ikki nevnir sjúkuna, sum hevur rakt Bakkafrost. Ætlanin er at broyta lógina, men tað verður ikki fyrr enn á ólavsøku. Men verandi lóg hevur ein ventil, sum landsdjóralæknin ikki hevur valt at brúka.
Ikki stórt felli
Fiskasjúkan Pastueurella Skyenssis rakti herfyri laksin í aliringunum hjá Bakkafrosti á Lambavík. Enn hevur sjúkan ikki havt stórvegis felli við sær, men í Skotlandi hevur verið serstakliga dýr fyri Bakkafrost, tí fellið hevur verið so stórt.
Hendan sjúkan elvir til innaru bløðingar hjá laksinum. Men tíbetur fyri Bakkafrost rakti sjúkan júst sum hitin í sjónum minkar, og tá smittar hon ikki so illa.
Men samanborið við aðrar kendar sjúkur, so er tað latið upp til Bakkafrost at seta neyðug tiltøk í verk, tí hon er ikki nevnd á almenna fiskasjúklistanum frá 2001. Tí fylgir Landsdjóralæknin bara við á síðulinjuni.
Tá álvarslig sjúka rakar alingina, skal Landsdjóralæknin fáa boð, og so verða tiltøk sett í verk beinanvegin. Tað kann vera krav um, at fiskurin skal takast, og so framvegis. Tað hendir, tá millum annað ILA verður staðfest.
Stendur ikki í sjúkulistanum
Hvat ein álvarslig sjúka er, stendur í einum sonevndum sjúkulista í lóg um djórasjúkur, sum eisini umfatar sjúkur hjá øðrum djórum.
Men sjúkan Pasteurella Skyensis, sum hevur rakt Bakkafrost, stendur ikki á hesum lista, og tí var eingin skylda hjá Bakkafrost at boða frá. Tað gjørdi Bakkafrost kortini, men av tí at sjúkan ikki stendur á listanum, so er tað alifyritøkan, sum sjálv ger av, hvørji tiltøk verða sett í verk, so hon ikki breiðir seg.
Skal ein nýggj sjúka á listan, so má tað gerast við lóg.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, sigur við kringvarpið, at arbeitt verður við at broyta lógina, men at tað neyvan verður gjørt fyrr enn á ólavsøku. Tá er ætlanin broyta lógina soleiðis, at fiskasjúklistin kann dagførast við kunngerð. Tá kann tað gerast beinanvegin, heldur enn at bíða eftir lógarbroyting.
Men sum lógin er orðað í dag, hevur landsdjóralæknin helst eina heimild at taka við og seta treytir, hóast sjúkan ikki er nevnd í lógini.
Staðfest fyrstu ferð á Isle of Skye
Pasteurella Skyensis, sum rakar laks, var staðfest fyrstu ferð í 2002 við Isle of Skye - harav navnið Skyensis. Men Pasteurella er ein sjúka, sum hevur nógv frábrigdi. Hon er væl kend djórasjúka, og kann raka alt frá kaninum til fílar.
Í djórasjúkulistanum eru sjúkur bólkaðar ymiskt, millum annað hvat kann raka neyt, seyð, geitir og fisk. Men har er eisini ein áseting um sjúkur, sum kunnu koma fyri hjá fleiri djórasløgum. Og tá hevur Landsdjóralæknin heimild at leggja uppí, hóast sjúkan ikki er nevnd á nøkrum lista. Men sum stað stendur, skal sjúkan verða mett at hava stóran samfelagsligan týdning.
Fyri alingina í Skotlandi hevur sjúkan Pasteurella Skyenssis kostað Bakkafrost einar 40 milliónir krónur, og hevur verið dyggur smeitur hjá alingini har.
Vit hava roynt at fingið orðið á Birnu Mørkøre, landsdjóralækna, men tað hevur ikki eydnast.

























