USA tekur seg úr avtalum og bindingum um veðurlag

USA tekur seg úr avtalum og bindingum um veðurlag
Avgerðin hevur m.a. við sær, at USA ikki longur verður við á árligu veðurlagsfundunum
Donald Trump, forseti, skrivaði undir fyriskipaninaí gjár.
Mynd: Joe Raedle/AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.01.2026 - 08:31

USA hevur tikið seg burturúr ikki færri enn 66 altjóða avtalum, samstørvum og bindingum annars. Talan er serliga innan øki, har altjóða samfelagið skal binda seg til ásetingar, ið skulu bøta um veðurlagsbroytingar.
 
Eitt nú hevur USA tikið seg burtur úr veðurlagssáttmálanum hjá ST, og USA verður heldur ikki partur av komandi veðurlagstoppfundum, teir árligu sonevndu “COP-fundirnir”.
 
Amerikanski forsetin, Donald Trump, undirskrivaði í gjár eina fyriskipan, ið tekur USA úr hesum veðurlagsbindingum og -samstørvum, upplýsa Hvítu Húsini í Washington.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666