Eingin avgerð tikin um at fara í landsrættinum við úrskurðinum

Eingin avgerð tikin um at fara í landsrættinum við úrskurðinum
Fíggjarmálaráðið hevur kunngjørt, at valið er fyribils avlýst, og er í ferð við at nærlesa úrskurðin
Hesir fýra býráðslimirnir í Runavík hava saman við Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra, hava stevnt Fíggjarmálaráðnum í málinum um umval. Og fríggjadagin segði rætturin, at stevningin skal hava steðgandi virknað.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.01.2026 - 08:10

Fíggjarmálaráðið hevur ikki avgjørt enn, um tað skal fara í landsrættin við úrskurðinum hjá Føroya rætti um valið í Runavíkar kommunu.

Føroya rættur avgjørdi fríggjadagin, at stevningin hjá fimm býráðslimum skal hava steðgandi virknað.

Tað ger, at valið verður ikki í morgin, sum Fíggjarmálaráðið ætlaði.

Fíggjarmálaráðið hevur kunngjørt, at valið er fyribils avlýst. Og er í ferð við at nærlesa úrskurðin.

Síðani verður støða tikin til, um úrskurðurin skal í Landsrættin, sigur Fíggjarmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659