ES-limaskapur: Ivasamt um flokkar hava broytt hugsan

ES-limaskapur: Ivasamt um flokkar hava broytt hugsan
Erling Eidesgaard í Tjóðveldi heldur ikki, at tíðin er búgvin at fara upp í ES, men Johan Dahl í Sambandsflokkinum heldur, at nógv talar fyri at samráðast við ES
Erling Eidesgaard og Johan Dahl, løgtingsmenn, umrøddu eisini ES-spurningin í Vikuni leygardagin.
 
12.01.2026 - 15:23

Føroyskur ES-limaskapur er aftur á dagsskránni, men ivasamt er, um føroysku flokkarnir hava broytt hugsan á tí økinum. 

- Tað kundi verið eitt gott hugskot at bjóða Føroyum og Grønlandi limaskap í ES.

Tað sigur fyrrverandi týski varakanslarin, Robert Habeck, í eini grein í The Guardian um trygd og geopolitikk í Arktis, har hann mælir til, at ES ger eitt greitt mótspæl til vaksandi amerikanskan áhugan fyri Grønlandi og Arktis.

Í greinini verður mælt til, at ES beinleiðis bjóðar Grønlandi limaskap, og í framhaldi av tí eisini Føroyum, Íslandi og Noregi.

 

Robert Habeck

 

Heimurin er broyttur

Sambært Robert Habeck er heimurin so nógv broyttur geopolitiskt, at Evropa eigur at endurhugsa sítt samband við norðurlendsku londini í Arktis.

Og vegurin fram skal verða bleyt megi - heldur enn hørð megi - við serligum semjum um fiskivinnu, stórar íløgur í undirstøðukervi og burðardygga gagnnýtslu av ráevnum - men samstundis við fullari virðing fyri sjálvsavgerðarrætti og mentan.

Robert Habeck var týskur varakanslari og ráðharri í búskapi og veðurlagstiltøkum frá 2021 til 2025.

 

Fyri og ímóti

Føroysku flokkarnir hava ikki enn tikið málið upp í hesum sambandi, men Erling Eidesgaard og Johan Dahl umrøddu málið í sendingini Vikan um vikuskiftið.

Erling Eidesgaard heldur ikki, at tíðin er búgvin:

 

12012026_Erling

 

Johan Dahl úr Sambandsflokkinum heldur hinvegin, at nógv talar fyri at fara undir samráðingar við ES:

 

12012026_Johan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424