Handlar: Kunngerð um orkudrykk eigur ikki at koma í gildi beinanvegin

Handlar: Kunngerð um orkudrykk eigur ikki at koma í gildi beinanvegin
Tilfeingis- og vinnumálaráðið hevur skotið upp, at fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir
Handislvinnufelagið sigur, at limir eru í felagnum hava longu av sínum eintingum sett aldursmark fyri at keypa orkudrykk.
 
20.01.2026 - 08:47

Kunngerðin um aldursmark á orkudrykkjum eigur ikki at koma í gildi longu dagin eftir, hon er kunngjørd. 

Gildiskoman eigur í fyrsta lagi at vera tvær vikur eftir, at kunngerðin er lýst. 

Tað sigur Handilsvinnufelagið í sínum hoyringarsvari.

Fólk, sum eru yngri enn 18 ár, eiga ikki at sleppa at keypa orkudrykkir, ætlar Tilfeingis- og vinnumálaráðið.

Handilsvinnufelagið tekur undir við tí.

Tað sigur, at limir eru í felagnum, sum av sínum eintingum hava sett aldursmark.

Handilsvinnufelagið mælir til at gera eina skipan við talgildum samleikaprógvi, so aldurin kann prógvast.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713