Allar 44 íbúðirnar í Dalabú útleigaðar

Allar 44 íbúðirnar í Dalabú útleigaðar
Tað eydnaðist ikki Bústøðum at gera íbúðirnar í Dalabú til eitt lutaíbúðarfelag, men nú Bústaðir og Tórshavnar kommuna hava stovnað bústaðarfelagið Heimbýli bar til
Um ein góðan mánað verður lív í byggjarínum í Dalabú
 
21.01.2026 - 18:47

Tað gekk bara ein vika at fáa allar íbúðirnar í Dalabú í Havn útleigaðar.

Upprunaliga var ætlanin, at Bústaðir einsamalt skuldi eiga og leiga íbúðirnar út, men tann ætlanin miseyndaðist, tí íbúðirnar gjørdust ov dýrar.

Tað gekk einki frægari, tá Bústaðir seinasta heyst royndi at gera íbúðirnar til lutaíbúðir, tí áhugin at keypa ein lut var lítil og eingin.

Eftir at tann verkætlanin varð vrakað hava Bústaðir saman við Tórshavnar kommunu stovnað bústaðarfelagið Heimbýli. Partarnir hava hvør sett 20 milliónir krónur í felagið, sum hevur keypt íbúðirnar frá Bústøðum, og síðan sett tær til leigu.

Og nú brast fyri nev; tí tað gekk bara ein vika til, at allar íbúðirnar vóru úleigaðar.

Jógvan Ósa, stjóri í Bústøðum, er nevndarformaður í bústaðarfelagnum Heimbýli, og sambært honum verður ljós í øllum íbúðunum 1. mars í ár.

Tað er bústaðarskylda hjá teimum, sum leiga. Tær 44 íbúðirnar eru frá 50 upp í 91 fermetrar til víddar og prísurin er úr 8.214 krónum upp í 13.578 krónur um mánaðin.Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra alt innslagið.

1789794

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650