Mentanarviðmæli: Á Býarbókasavninum kanst tú eisini læna list og lutir

Mentanarviðmæli: Á Býarbókasavninum kanst tú eisini læna list og lutir
Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum í Havn, greiðir frá virkseminum hjá bókasavninum, og viðnælir, hvat tú kanst brúka bókasavnið til.
Í "Lutasavninum" ber m.a. til at læna borimaskinur, og ryggsekkir við útgerð til útferð.
 
22.01.2026 - 14:18

Hendan myrka og kalda tíðin hóskar seg væl til at lesa. Á almennu bókasøvnunum kanst tú læna bøkur í hópatali ókeypis, men á Býarbókasavninum í Havn ber til at læna annað enn bøkur. Tey hava eitt sonevnt "artotek" og eitt "lutasavn", og fleiri onnur tiltøk og átøk. 

Í sendingini "Kultura" er tað hesa vikuna Vígdis Bjarnadóttir, bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum, ið ger mentanarviðmælið. Hun greiðir frá virkseminum hjá Býarbókasavninum, og viðmælir, hvat tú kanst brúka bókasavnið til. 

Lurta eftir viðmælunum og les meira á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum í Havn www.bbs.fo

 

1789916

 

 

Vígdis Bjarnadóttir er bókavørður og varaleiðari á Býarbókasavninum í Havn

 

 

Hvat: Kultura
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 17.05 í útvarpinum, og tá tað passar tær á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870

Meira um sama evni