Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta unga spælara

bannari
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta unga spælara
Føroyski hondbóltsúrmælingurin Óli Mittún er ein av trimum í uppskoti til heiðurin sum heimsins besti ungi spælari, sum altjóða hondbóltssamgongan IHF letur
Óli Mittún í kendum stíli ímóti Montenegro
Mynd: Kollektif  
 
22.01.2026 - 11:33

Óli Mittún er í uppskotið til heiðurin sum heimsins besti ungi hondbóltsspælari, sum altjóða hondbóltssamgongan IHF letur.

Føroyski úrmælingurin skal kappast við Francisco Costa úr Portugal og Nikola Roganović úr Svøríki. 

Óli Mittún gjørdi veruliga vart við seg í EM-bólkaspælinum í Oslo. Upp á teir tríggjar dystirnar ímóti Sveis, Montenegro og Slovenia skeyt fótfimi bakkurin 23 mál og átti næstseinastu hond á heili 24 málum.

Hann spældi serliga væl ímóti Montenegro. Tá skeyt hann níggju mál upp á níggju royndir og átti ikki minni enn 11 upplegg.

 

260118_OLI_OLL_MAL

 

Óli Mittún skifti síðsta summar úr svenska IK Sävehof til danska stórfelagið GOG, og longu í ár hevur hann spælt væl bæði í bestu donsku deildini og í Champions League.

Føroyingurin fær kortini harða kapping um heiðurin. Serliga frá 20 ára gamla portugisiska bakkinum Francisco Costa, sum er fastur maður á landsliðnum og longu í fleiri ár hevur gjørt vart við seg í Sporting.

So seint sum týsdagin var hann við til at vinna á Danmark í síðsta umfarinum av bólkaspælinum. 

 

 
Portugisiski bakkurin Francisco Costa í roynir seg við langskotið í EM-dystinum ímóti Danmark týsdagin. (Mynd: Francisco Costa)

 

Elias vann í 2024

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein føroyingur er í uppskoti til júst hendan heiðurin. Elias Ellefsen á Skipagøtu var innstillaður saman við týskarunum Juri Knorr og Nils Lichtlein til heiðurin í 2024.

Ta ferðina endaði tað við, at føroyska stjørnan, sum nú spælir við THW Kiel fekk heiðurin fyri síni avrik í 2023.

Í løtuni eru bæði Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum við í kappingini hjá handballplanet um at gerast heimsins bestu á sínum plássi. 

Hondbóltsfjepparar kunnu vera við til at avgera, hvør fer avstað við heiðrinum, skrivar IHF. Atkvøðast kann til 10. februar.

Fjepparaatkvøður telja ein triðing samanlagt, venjarar telja ein triðing, meðan nevndin hjá IHF fyri venjing og venjingarháttir, CCM, eigur ein triðing av avgerðini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424