Hava skotið 4.700 svartfuglar í vetur

Hava skotið 4.700 svartfuglar í vetur
Kunngerðin at boða frá svartfuglaveiðu er ikki kunngjørd, og tí er fuglaveiðan í vetur ikki skrásett. Men hon verður klár til komandi veiðu
Nógvur fuglur hevur verið at sæð í vetur. Serliga vestanfyri, har nógvur lomvigi hevur verið at fingið. (Savnsmynd)
 
23.01.2026 - 13:26

Veiðitíðin at skjóta svartfugl var lokin seinasta vikuskiftið, men veiðan í vetur er ikki skrásett.

Løgtingið samtykti í fjør at broyta fuglaveiðilógina, og eftir broytingunum skal fuglaveiða skrásetast hjá Havstovuni. 

Men kunngerðin um, hvussu veiðan skal fráboðast, er ikki lýst, og tí hevur eingin almenn skráseting verið.

Afturímóti hevur Veiði- og skjótifelag Føroya skrásett, hvussu nógv er skotið, og tað er gjørt á heimasíðu felagsins sum vanligt. 

Higartil hava veiðimenn skrásett seg at hava skotið 4.700 svartfuglar, upplýsir formaðurin í felagnum, Jóan Petur Joensen. 

Veiði- og skjótifelagið hevði fleiri viðmerkingar til uppskotið til kunngerð um veiðifráboðan, sum var til hoyringar seinasta heyst. Freistin at senda viðmerkingar var lokin 9. desember.

 

Verður klár til næstu veiðitíð

Djóhanna Djurhuus, deildarstjóri í Tilfeingis- og Vinnumálaráðnum, upplýsir, at arbeitt verður við fáa kunngerðina lidna, og at hon verður klár til veiðitíðina seinri í ár.

Eftir uppskotinum skulu tey, sum veiða fugl, upplýsa Havstovuni hvar og nær veitt varð, tal av veiðifólki við byrsu, tal av veiddum fugli, býtt á fuglaslag, hvør veiðiháttur varð brúktur, og harafturat skal navn og teldupostadressa upplýsast.

Veiði- og skjótifelag Føroya heldur ikki, at tað ber til at fáa til vega álítandi tøl frá veiðifólki við eini almennari skipan.

Felagið skrivar, at á fundi við vinnunevndina hjá løgtinginum gjørdi felagið greitt, at onki álit er ímillum almennu føroyar, ið umsita veiðu, og veiðifólkið. 

 

Eru mótspælarar

"Almennu Føroyar er mótspælari, heldur enn viðspælari, tá íð vit tosa um veiðu av villum djórum generelt", skrivar felagið millum annað.

Veiðifelagið heldur, at tey neyvu tølini høvdu komið inn, um veiðufólkið, Veiðufelagið, umsat dátugrunnin, og skipaði tølini dulnevnt, sum gjørt verður nú.

Tingið samtykti eisini at stytta veiðitíðina í fjør, so nú er ikki loyvt at skjóta svartfugl, fyrr enn 20. oktober, men veiðitíðin endar framvegis 20.januar.

Formaðurin í Veiði- og skjótifelag Føroya, Jóan Petur Joensen, sigur, at sum heild siga menn, at nógvur fuglur hevur verið at sæð í vetur. Serliga vestanfyri, har nógvur lomvigi hevur verið at fingið.

Eystanfyri og norðanfyri hevur eisini verið væl av fugli, bæði lomvigi og álka. 
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979