Russland krevur at faa Donbas frá Ukraina

Russland krevur at faa Donbas frá Ukraina
Talsmaðurin hjá Putin, forseta, vísir til avtaluna, sum Donald Trum og Putin gjørdu á toppfundinum í august
Dmitrij Peskov er talsmaður hjá russiska forsetanum.
 
26.01.2026 - 15:56

Samráðingarnar millum Russland og USA um kríggið í Ukraina halda fram

Talsmaðurin hjá Kreml sigur, at Russland stendur við sítt um at fáa allan Donbas-landslutin.

- Tað er eingin loyna, at avgjørda støða okkara og støðan hjá forseta okkara er, at málið um landaøki, sum er partur av Anchorage-avtaluni, er grundleggjandi fyri russiska partin, sigur talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, við almennu tíðindastovuna Tass í dag. 

Anchorage-avtalan vísir til tað, sum Russland sigur, at Vladimir Putin, forseti, og amerikanski forsetin, Donald Trump, vóru samdir um á toppfundinum í Alaska í august, sigur ein kelda, sum hevur tætt tilknýti til Kreml, við Reuters. 

 


Vladimir Putin og Donald Trump hittust í Anchorage í august í fjør. 

 

Markið skal frystast

Tað snýr seg um, at Ukraina letur Donbas frá sær - sum Ukraina hevur sýtt fyri  - og frystir fremsta markið á hermótinum í eystara og sunnara parti av Ukraina sum liður í einari og hvørjari friðaravtalu.

Trípartasamráðingarnar eru tær fyrstu, síðani kríggið byrjaði. 

Sambært almennu russisku tíðindstovuni Tass, snúðu samráðingarnar mikudagin í síðstu viku seg eisini um at seta á stovn buffaraøki, um vápnahvíld verður fingin. 

Peskov lýsir samráðingarnar um vikuskiftið sum jaligar, og nýggjar samráðingar eru væntandi í næstu viku, skrivar almenna russiska tíðindastovan Ria.

Tíðindastovan AFP fekk tó at vita frá einum amerikonskum embætismanni, at samráðingarnar halda fram í Sameindu Arabisku Emiratunum 1. februar - tað er sunnudagin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040