Fólkaflokkurin tekur undir við samgonguni um fíggjarpolitiskt regluverk

Fólkaflokkurin tekur undir við samgonguni um fíggjarpolitiskt regluverk
Formaðurin i Sambandsflokkinum heldur ikki, at tørvur er á fleiri reglum, og formaðurin í Miðflokkinum sigur, at slíkt regluverk er óneyðugt
Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.01.2026 - 13:43

Formaðurin í Fólkaflokkinum heldur tað vera skilagott at hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum leggur ávís bond á politisku skipanina, men eftir hansara tykki kundi uppskotið verið betri.

Formaðurin í Sambandsflokkinum heldur ikki, at tørvur er á fleiri reglum, tá vit ikki fylgja teimum, sum longu eru, og formaðurin í Miðflokkinum heldur reglurnar vera óneyðugar. Hann heldur, at talan er um panikkloysn, tí uppskotið kemur stutt fyri valið.

 


Bárður á Steig Nielsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


Jenis av Rana. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í uppskotinum, sum fær 1. viðgerð í morgin, skjýtur Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, upp at seta eitt hámark í lógina um landsins játtanarskipan, millum annað um, hvussu nógv rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa.

Uppskotið sigur, at rakstrarútreiðslurnar ikki kunnu vaksa meira enn eitt prosent av tí, tær vóru árið fyri. Tað er er, at útreiðslurnar eru framroknaðar við lønarvøkstrinum.

Eisini verður avmarkað, hvussu inntøkubroytingar kunnu fíggjast, og hvussu nógvar íløgur landið kann gera.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøður eru við Beinir Johannesen, Bárð á Steig Nielsen og Jenis av Rana:

 

28012026_Andstoda_

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985