Yvir 800 bóðu um ókeypis løgfrøðiliga hjálp

Yvir 800 bóðu um ókeypis løgfrøðiliga hjálp
Rættarhjálpin fekk 845 fyrispurningar í fjør
Rættarhjálpin kom fyri 30 árum síðani.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
28.01.2026 - 07:13

Rættarhjálpin fekk 845 fyrispurningar í fjør.

Nógv tey flestu spyrja um arv. Tey eru sløk 14,7 prosent.

Síðani kemur fastogn við sløkum 8,2 prosentum.

Tey flestu, sum venda sær til Rættarhjálpina, eru millum 30 og 65 ár. Tey eru góð 79,5 prosent.

Og kvinnurnar spyrja meira enn menn. Tær vóru 55,1 prosent. 

Rættarhjálpin hevði 67.607 kr. í halli í fjør.

Hon fekk 438.200 kr. frá danska løgmálaráðnum og 50.000 kr. úr landskassanum í 2025.

Rættarhjálpin fekk 843 fyrispurningar í 2024.

Rættarhjálpin bjóðar ókeypis løgfrøðiliga hjálp og ráðgeving.

Hon kom í 1996.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585