EM26: Danmark evropameistari

bannari
EM26: Danmark evropameistari
Donsku hondbóltsmenninir hava framt søguligt bragd og kunnu kalla seg evropameistarar, heimsmeistara og olympiskir meistarar, eftir at teir vunnu 34-27 móti Týsklandi
Hóast Mads Gidsel fekk heiðurin sum besti spælarin í EM-endaspælinum, so er lítið at ivast í, at danir ikki vóru komnir so langt uttan liðskiparan á strikuni og miðverjuni Magnus Saugstrup
Mynd: Ritzau/Scanpix  
 
01.02.2026 - 19:02

Hóast donsku hondbóltsmenninir snávaðu tíðliga í EM-endaspælinum, tá teir taptu móti Portugal og vóru í vanda fyri at rúka úr endaspælinum, so fótaði heimsins besta hondbóltslið seg aftur og vann EM. 

Við heimsinsbesta hondbóltsspælara, Mathias Gidsel, á odda, otaði Danmark seg spakuliga longri og longri fram um Týsland í finaluni í Herning, og tá avtornaði vann Danmark sannførandi 34-27. 

Og føroyski íkastið á danska liðnum, Jóhan á Plógv Hansen, hevði ein lyklaleiklut í finaluni sum brotskastskjútti, umframat at hann eisini skoraði fleiri góð mál frá høgra vongi. 

Føroyingurin í donsku troyggjuni var ísakaldur og skoraði upp á øll síni brotskast og endaði við sjey málum - eins nógv og Mathias Gidsel. 


Jóhan á Plógv Hansen í nærdysti við úlvin í týska málinum, Andreas Wolff, ið leingi helt týska liðið inni í finaluni. Í kvøld hevði Jóhan yvirtakið (Mynd: Ritazau/Scanpix)

 

Úlvurin át nógv

Hóast úlvurin í týska málinum, Andreas Wolff, annars hevði eina heimsklassabjarging fyri og aðrar eftir í seinna hálvleiki, so kláraðu týsku útileikararnir ikki at gera sær dælt av at hava heimsins besta málverja. 

Hjá Danmark riggaði tað mesta væl, hóast útlvurin eina løtu í seinna hálvleiki spældi teimum eitt puss. Men liðið hevur so nógvar streingir at spæla uppá, at tað sást als ikki, at danska liðið var hart rakt av skaðum.

Millum annað var verjuskansin Simon Hald ikki við í finaluni orsaka av heilsuavbjóðingunum, ið hann fekk í hálvfinaluni.

Í hansara stað í verjuni taðkaði eitt av fleiri stórtalentum á danska liðnum, Mads Hoxer, ið spældi eina framúrskarandi finaludyst í verjuni.


Mads Hoxer traðkaði inn í miðverjuna saman við Magnus Saugstrup, tá Simon Hald ikki fekk spælt, og unga stórtalentið stóð seg fyrimyndindarliga væl (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Møller í málinum 

Kanska týdningarmesti leikari hjá dønum var í kvøld eykamálverjin Kevin Møller, sum hevur sitið nógv uttanfyri og bíðað eftir møguleikanum.

Seint í fyrra hálvleiki valdi danski venjarin, Nikolaj Jacobsen, at senda Kevin Møller á vøllin fyri Emil Nielsen, og avgerðin vendi dystinum, tí Kevin Møller, ið kennir týsku skjýttarnir frá nógvum árum í týsku bundisliguni. Tað gjørdi, at Kevin Møller fekk bjargað fleiri skotum. 

Frá at hava leikað rættiliga javnt á í fyrra hálvleiki, so legði Danmark spakuliga sjógv niður til Týskland í seinna hálvleiki. Og so tá dysturin skuldi endaliga avgerast, so sendi venjarin Emil Nielsen inn at bjarga eitt brotskast og ein stóran týskan málmøguleika. 


Mathias Gidsel er heimsins besti leikari, og tað vísti hann eisini til EM-endaspælið, hóast hann hevði tað torført í EM-finaluni móti Andreas Wolff (Mynd: Ritzau/Scanpix)

 

Heimsins besta lið

Danmark hevur væl og virðiliga heimsins besta manslið í hondbólti, og spurningurin er eisini, um liðið ikki er tað besta nakrantíð.

Talan er enn um sera ungar leikarar, ið fara at ráða í altjóða hondbólti í nógv ár framyvir. 

"Hetta hevur verið harðast endaspælið, ið hetta liðið hevur verið ígjøgnum, " staðfesti Mathias Gidsle eftir sigurin. 

"Eg eri ikki í iva um, at vit ikki høvdu vunnið hetta evropameistaraheitið uttan stuðulin frá fantastisku fjepparunum her í Herning."


Mynd: Ritzau/Scanpix

 

Danmark - Týskland 34-7 (18-16)

Simon Pytlick 8
Matias Gidsel 7
Jóhan á Plógv Hansen 7
Thomas Arnoldsen 5
Emil Jakobsen 3
Niclas Kirkeløkke 2
Magnus Saugstrup 1
Mads Hoxer 1

 

HAGTØL FRÁ DYSTINUM SÍGGJAST HER!


Bestu bitarnir frá EM-finaluni kunnu síggjast her niðanfyri:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450