Epstein-skjøl: Peter Mandelson fer úr Labour-flokkinum

Epstein-skjøl: Peter Mandelson fer úr Labour-flokkinum
Sambært skjølum er líkt til, at Epstein rindaði íalt 75.000 dollarar í trimum ymiskum flytingum í 2003 og 2004, skrivar BBC
Peter Mandelson hevur gjørt av at taka seg úr Labour-flokkinum.
Mynd: Jaimi Joy/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
02.02.2026 - 09:31

Bretski politikkarin, Peter Mandelson, hevur tikið seg úr Labour-flokkinum, eftir at  amerikanska løgmálaráðið almannakunngjørdi nýggju Epstein-skjølini.

Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Sambært skjølunum sær út til, at Epstein rindaði íalt 75.000 dollarar í trimum ymiskum flytingum í 2003 og 2004, skrivar BBC.

Í skrivi til aðalskrivaran í Labour-flokkinumsigur Peter Mandelson, Lord Mandelson, at hann heldur ikki, at uppáhaldini um fíggjarligu gjøldini frá Epstein til sín, eru røtt, og hann sigur seg ikki minnast, ella hava prógv fyri flytingunum, sum hann nú sjálvur fer  at kanna.

- Meðan eg geri tað, vil eg ikki seta flokkin í ringa støðu, og tí meldi eg meg úr flokkinum, sigur Peter Mandelson sambært BBC.

Ríkmaðurin, Jeffrey Epstein, varð ákærdur fyri kynslig brot móti børnum og fyri menniskjahandil, áðrenn hann í 2019 tók seg sjálvan av døgum í fongslinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666