BirkBlog um Hoydalar: "Framtíðin er í góðum røddum"

bannari
BirkBlog um Hoydalar: "Framtíðin er í góðum røddum"
Kendi ummælarin og mentanarmiðlarin Birgir Kruse sparir ikki upp á orðini, tá hann ummælir fyrsta part av nýggju sendirøðini Hoydalar á sínum BirkBlog
13 ára gamli Bjarki bergtók við einari frálíkari tulking av "Spor í sandi" hjá Martini Joensen í fyrsta partinum av Hoydølum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 21:04

"Framtíðin er ikki bara í góðum filmiskum hondum. Hon er eisini í góðum røddum!"

Soleiðis endar Birgir Kruse, mentanarmiðlari, sítt ummæli av fyrsta parti av nýggju tónleikasendirøðini Hoydalar í Kringvarpi Føroya. 

Í grundini er kanska skeivt at kalla greinina hjá Birgiri Kruse fyri eitt ummæli, tí tað er eisini ein reportasjuferð handan leiktjaldið á Hoydølum. 

Birgir Kruse var gestur til upptøkurnar av fyrsta partinum, har Martin Joensen var stjørnan, ið teir seks spírarnir, Bjarki, Emma, Anna Lovisa, Filip, Jóhanna og Filip, skuldu tulka. 


Birgir Kruse, mentanarmiðlari, og Martin Joensen, tónlistamaður, skifta orð millum upptøkurnar av fyrsta parti av Hoydølum, sum bleiv sendur í sjónvarpinum í kvøld (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Takk fyri

Birgir Kruse skrivar í sínum ummæli av fyrsta parti av Hoydølum: 

"Í kvøld var tað Martin Joensen, sum kom inn av gøtuni gjøgnum síðuhurðina, so perspektivið av klassisku auluni verður forskotið og funktionelt nýtulkað. Strategiskt væl hugsað til film. Í gongini standa barndómsmyndir av teim fimm, sum verða nýtulkað við sangum í Hoydølum, tvær kvinnur og tveir menn. Tey verða kunngjørd so hvørt. Greiddleikin er sjónliga settur upp á fotohillina, nú vit byrja upp á fyrstu sendingina."


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Birgir Kruse endar sítt ummæli við:

"Takk fyri fyrstu sjónvarpssendingina úr Hoydølum í kvøld, Per (Zachariassen), Martin (Joensen) og øll tit mongu, og eisini fyri høvið at kaga innum í auluni í steindeyða studentaskúlanum, sum livnaði upp aftur henda dag í august, og har síggja eina vælskipaða framleiðslu í gongd, og at hoyra um avriksnæmingar í okkara egnu skúlum og samkomum." 

 

LES ALT UMMÆLIÐ HJÁ BIRGIRI KRUSE HER

 

 

Hvat: Hoydalar
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Hóskvøld kl. 19.30, og tá tað passar tær á KVF Sjón

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116