BirkBlog-ummæli: "Hetta er so gott, at man burdi drýggjað tað"

bannari
BirkBlog-ummæli: "Hetta er so gott, at man burdi drýggjað tað"
Birgir Kruse, mentanarmiðlari, er eins hugtikin av øðrum parti av Hoydølum, sum hann var av fyrsta. Birgir vil ikki, at tónleikarøðin skal enda. Hon skal drýggjast
Sophilia kemur við showinum. Enn einaferð hugtók hon við sínum sangi, dansi og palltilviti
Mynd: Úr "Hoydalar"  
 
13.02.2026 - 11:10

"Fyrsta eg hugsi, tá knappi vikutímin úr Hoydølum rennur undan er, at hetta er so gott, at man burdi drýggjað tað. Lagt eina víku ímillum og endursent hina fyrru, ella okkurt annað. Hetta fer alt ov skjótt at verða burtur og liðugt, er mín fyrsti tanki, tá klokkan slær og eg síggi, at onnur sending er komin at endanum."

Soleiðis byrjar Birgir Kruse, mentanarmiðlari, sum rekur bloggin BirkBlog, sítt ummæli av øðrum parti av fimm av nýggju tónleikarøðini Hoydalar hjá Kringvarpi Føroya. 

Sendirøðin verður send hvørt hóskvøld klokkan 19.30, men kann eisini síggjast á KVF Sjón, tá tað passar tær. 

Á KVF Sjón er eisini ein síða við eykatilfari, "Hoydalar: Eykatilfar", umframt at tað finst ein temasíða um Hoydalar á heimasíðu Kringvarpsins. 


Anna Lovisa sang seg inn í hjørtunum á Eyðuni Nolsøe og hyggjarunum við sínari útgávu av "Hvítar flykrur" (úr "Hoydalar")

 

Ein súla í heimlia miðlatilboðnum

Tað er eingin loyna Birgir Kruse er hugtikin av Hoydalar, sum var eyðsæð í hasara ummæli av frumpartinum, har Martin Joensen var stjørnan. Birgir Kruse var eisini gestur til upptøkurnar. 

Í øðrum parti er Eyðun Nolsøe stjørnan, og teir seks spírarnir tulkar sangir hjá dugnaliga lagsmiðinum, ið telist millum teir størstu gjøgnum tíðirnar. 

Birgir Kruse er eisini hugtikin av øðrum parti. 


Bjarki sjarmeraði enn einaferð stjørnuna við sínari framførslu av "So nógvar røddir" (úr "Hoydalar)

 

"So nógvir konstruktiónstankar um at ríva niður og byggja nýtt hava verið í umfari á hesum stað, at eg má í ensku orðabókina at sláa upp eitt ítøkiliga byggjandi orð fyri pillar, sum í berandi samleika, og finni súlu, stólpa og steyra. Tað er tað, henda onnur sending í røðini úr Hoydølum varð. Ein súla, stólpi og steyri í konstruktiónini av tí heimliga miðlatilboðnum, sum bara er okkara, tá vit tendra fyri Kringvarpinum. Og tað er ikki nothing. Takk fyri tað."

Les alt ummælið av øðrum parti av Hoydalar á BirkBlog. 


Ein rørdur Eyðun Nolsøe fagnar sprírunum (úr "Hoydalar)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926