Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar

Breddin: Aldursmark á sosialar miðlar
Ungdómstingið hevur samtykt uppskot um aldursmark á sosialar miðlar og snildfonir, og í sendingini verður kjak millum ungdómstinglimir
Ungdómspolitikarar hava yvirhálað tey vaksnu og hava samtykt aldurmark at brúka sosialar miðlar og snildfon.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.02.2026 - 09:15

Ungdómsting hevur verið í løgtinginum seinastu dagarnar, og har hava tey ungu yvirhálað okkum vaksnu við at samtykkja aldursmark at brúka sosialar miðlar og snildfonir.

Rákið at seta aldursmark á sosialar miðlar sæst kring allan heim.

Í desember í fjør bannaði Avstralia sum fyrsta landið í heiminum børnum og ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar - sum t.d. Facebook, Snapchat, TikTok og YouTube.

Síðani hevur Frakland samtykt forboð. Og í Noregi, Bretlandi, Spania og Danmark umhugsa tey somuleiðis at seta aldursmark fyri nýtslu av sosialum miðlum.

Hví koma tey ungu við hesum uppskotinum? Tað fara fýra ungdómstinglimir at kjakast um. 

Vit spyrja eisini, hvørji útlitini eru fyri, at vit fáa eitt veruligt lógaruppskot um aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum? Og hvussu ávirka snildfonir og sosialir miðalar okkum?

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028