Uni Debess misti røddina og mátti gevast

Uni Debess misti røddina og mátti gevast
Blues Perlan 28. mars er tann 12. í røðini. ​​​​​​​Endamálið er ikki bara at hoyra blues, men eisini at føla og uppliva blues, siga Uni Debess og Edvard Nyholm Debess
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.03.2026 - 11:02

Uni Debess hevur spælt óteljandi konsertir í síni drúgvu tónleikaleið. Farna leygarkvøld hendi tó nakað, ið hann ikki hevur roynt fyrr.

Uni var á palli á Blábarr í sambandi við Várfólk. Hann legði skjótt til merkis, at røddin var ikki, sum hon átti at vera.

Tá hann kom til fjórða sangin var tó heilt galið.

Uni misti púra tamarhaldið á røddini og fyri fyrstu ferð mátti hann gevast í hálvgum gekki.

- Har var einki at gera.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Uni fór til læknan og fekk heilivág.

Nú er alt, sum bendir á, at røddin er komin fyri seg aftur, tí í Studio 5 spældi hann, saman við Edvardi Nyholm Debess, heilar fimm sangir.

Talan er bæði um egið tilfar og kendan blues-tónleik.


Mynd: Bárður Lydersen

 

Har verður ein drúgv skrá við bæði føroyskum og útlendskum blues-tónleikarum.

Eisini kunngjørdi Uni Debess, at serligir gestir fara á pall hetta kvøldið.

Fríði Bjørgvin fer at spæla gittar og syngja og Sophilia, ið bleiv landskend í sjónvarpsrøðini Hoydalar, verður eisini við.

Blues Perlan verður í Reinsarínum í Havn leygarkvøldið 28. mars.

 

Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Blues Perlan

1802104
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345